Hans Kristian Eyðunsson Hansen var ein av teimum mongu, ið ætlaði sær at royna nýggja Eysturoyartunnilin, sum læt upp í gjár.
Men, hvat heldur hann um hesa útbygging av vegakervinum?
- Útbyggingin er sera góð, men í løtuni heldur dýr at brúka.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, tað er ætlanin. Helst við bussi, um vit fáa eina góða og burðardygga leið, sigur Hans Kristian Eyðunsson Hansen.