Nýggja fiskivinnuskipanin er størsta umhvørvisbragd í Føroya Søgu.
Tað helt Gunnhild Dahl Niclasen, forkvinna í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, tá ið hon setti flokstingið hjá flokkinum í Suðuroy fyrr í kvøld.
Hon staðfesti, at við fiskivinnunýskipanini eiga føroyingar fullan og demokratiskan ræðisrætt á okkara sjótilfeingi.
– Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu støðan kundi verið, um ræðisrætturin á okkara livandi tilfeingi lá í hondunum á útlendskum stórkapitali, sum eittans hevur løtuvinning fyri eygað.
Hon sigur, at tað er bara at hyggja at londum, har tað er hent, eitt nú, at vatn verður ognartikið og har privatir íleggjarar leiga, ella keypa, stór landaøki til matvøruframleiðslu.
– Tað er sjálvsagt, at vit skulu røkja okkara egna tilfeingi við atliti at náttúru, menniskjum og samfelagi, tí hesi hanga saman. Og vit, sum liva við hesum í okkara gerandisdegi, vita eisini – ella áttu at vitað - hvat gagnar okkum, okkara komandi ættarliðum, og náttúruni, best.
Og nú kunnu vit røkja okkara tilfeingi rætt, tí vit hava ræðisrættin yvir tí.
Gunnhild Dahl Niclasen staðfestir somuleiðis, at fyri at arbeiða fram móti loysingini, var sjálvandi neyðugt at taka fult ræði á fiskivinnuni.
– Hvat nyttar at gera okkum politiskt sjálvstøðug, um vit ikki eiga okkara ræði á egnum tilfeingi, spyr hon.
– So umframt at vera eitt umhvørvisbragd, er fiskivinnunýskipanin eisini eitt risa stig ímóti loysingini, staðfesti hon.