- Føroyskar kvinnur skulu fram í ljósmálan. Og hóast nógv er hent síðstu árini, er enn langt eftir á mál.
Orðini eigur nýggi blaðstjórin á Kvinnu, Annleyg Lamhauge, sum 1. november tekur við leiðsluni á blaðnum hjá samskiftisfyritøkuni Sansum. Júst hetta við føroyskum kvinnulívum upptekur Annleyg Lamhauge nógv, tí, sum hon sigur, so er hennara fremsta mál at fáa kvinnur fram í føroyska samfelagnum, bæði í politikki, vinnulívi og í landslagnum sum heild.
- Men eg havi eisini stóran áhuga fyri vanligum kvinnuevnum, so sum býli, móta, mati og vakurleika, sigur Annleyg Lamhauge. Kortini ímyndar hon sær, at hesi evnini fáa meira kant í blaðnum, nú hon sleppur framat.
Kvinna flytur mørk
Annleyg Lamhauge, sum varð biðin um at taka við starvinum eftir Barbaru Samuelsen, sigur við Sosialin, at hon kundi hugsað sær nakrar smærri broytingar í blaðnum, men at grundvøllurin framvegis verður tann sami.
- Kvinna er ikki bara eitt blað, men eitt hugtak. Mín uppgáva verður at branda alt konseptið, sum bæði fevnir um sjálvt blaðið, heimasíðuna og ikki minst tiltøkini, sum vit longu hava upplivað nøkur av, sigur Annleyg Lamhauge. Í hesum sambandi vísir hon á 8. mars tiltakið á Hotel Føroyum í fjør og innsavningina til frama fyri bróstkrabba.
- Kvinna hevur flutt nøkur mørk, so kvinnulig virði hava fingið ein sjónligari leiklut í samfelagnum, sigur hon.
Vanligar kvinnur fram
Nýggi blaðstjórin hevur onga journalistiska bakgrund, men hevur tó skrivað eitt sindur fyri blaðið fyrr, eitt nú greinir til “Í dýpdina” og klummur. Hon hevur altíð keypt blaðið, men heldur, at nakað nógv fokus hevur verið á kendar kvinnur.
- Tí kundi eg hugsað mær at fingið tær spennandi søgurnar um vanligar føroyskar kvinnur fram, bæði kvinnur her á landi og uttanlands, sigur Annleyg Lamhauge, sum heldur seg hava fingið eitt satt dreymastarv, nú hon verður blaðstjóri á Kvinnu.
- Tí Kvinna er komin fyri at vera, endar hon avgjørd.
--
Annleyg Lamhauge
- Vaks upp í Søldarfirði, men hevur búð úti í Svanga í Havn síðan hon kom heim úr lestrarørindum í Odense í 1998.
- Er Cand. negot í fronskum og hevur arbeitt við marknaðarføring og projektleiðslu. Fer úr starvinum sum marknaðarleiðari hjá FT-samskifti. Var eitt tíðarskeið leiðari á útflutningsdeildini á Samvit og starvaðist eisini sum marknaðarfólk hjá Tryggingarsambandinum.
- Hans Ellefsen er harrin í húsinum, og børnini eru tvey: ein eitt ára gamal drongur og ein 14 ára gomul genta.
--
12 skarpar í svinginum:
1. Hvørji damubløð lesur tú?
Woman, Costume, Alt for Damerne, Eurowoman, Kreative Kvinder, Opera...
2. Hvar møtti tú manninum?
Í Kagganum
3. Hvørja fartelefon hevur tú?
Eina Nokia N 95
4. Hvat er besti døgurði?
Ræst kjøt
5. Hvørja meinigheit hoyrir tú til?
Eg eri kirkjufólk
6. Hvat er forholdið til alkohol?
Spýti ikki í glasið, men drekki meg ikki fulla
7. Hvussu ofta ert tú til frisør?
Umleið annanhvønn mánað
8. Hvønn klædnastíl dámar tær?
Klárar litir og festlig klæði. Blandi gjarna stíl, litir og merkir. Havi ongan yndishandil ella merkið.
9. Hevur tú grønar fingrar?
Nei – men kundi hugsað mær tað
10. Hvussu er við tónleiki?
Ongan tóna í lívinum, men lurti gjarna eftir tónleiki.
11. Hvat er títt hjartamál?
Javnstøða
12. Hvør er tín yndislitur?
Allir grønar litir