Nýggja liðið roynist hampuligt

Hóast teir ikki hava fingið stig móti NSÍ ella VB, so tykjast teir í EB/Streymi at hava fingið hampulig úrslit í steypakappingini

 

NSÍ-EB/Streymur 2-0 (1-0)


Løgmanssteyp


Tað varð ongan tíð roknað við, at nýggja liðið í fyrstu deild skuldi fara at gera nakað serligt við tvey av oddaliðunum frá í fjør, VB og NSÍ. Undan skírishósdegi høvdu tey í samansetta liðnum tapt tvær ferðir fyri VB, og hesa ferð varð so talan um næsta tapið fyri runavíkingum.

Hóast fýra tap á rað, so má tó sigast, at teir higartil hava gjørt teimum til skammar, sum roknaðu við at EB/Streymur fór at fáa bank í øllum dystunum móti sterku liðunum í deildini.

Gaman í er kappingin ikki meira enn ásett, men kunnu teir longu nú vera við til at mynda partar av dystum sínum, man tað kortini ikki fara at standa heilt illa til hjá teimum.

Annars taldist Christian Høgni Jacobsen aftur hesa ferð millum málskjúttarnar hjá NSÍ, og umframt hann fekk Sonni L. Petersen eisini eitt mál fyri runavíkingar.