Nýggja nólsoyarskipið

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður
www.djurholm.fo
--------

Fyrra ABC-landsstýrið fyrireikaði nýggja nólsoyarferju. Og á heysti 2007 var skitsuppskotið liðugt og skipað varð fyri kunning fyri bygdarfólkinum í Nólsoy um nýggju ferjuna.
Landsstýrið hevði á heysti 2007 skotið upp á fíggjarlógini fyri 2008, at settar vóru 4 mio. kr av til projektering av skipinum. Projekteringin skuldi vera liðug á heysti 2008 og byggingin byrja við ársenda sama ár.
Nýggj nólsoyarferja kostaði góðar 40 mio kr og var ætlanin at játta peningin yvir tvey fíggjarár.
Harumframt bleiv løgtingið í 2007 biðið um 1 mio kr at dýpa innsiglingina til Nólsoyar Havn, so at innsiglingin gjørdist betur egnað til størri ferju.
Men val varð útskrivað, áðrenn fíggjarlógin fyri 2008 bleiv samtykt. Sostatt datt nólsoyarferjan og dýpingin tíverri burtur.

Einki skip
CHE-samgongan, sum koma aftaná, valdi ikki at hava nólsoyarskipið við á fíggjarlógini fyri 2008, hóast allar fyrireikingar frammanundan vóru greiddar, so at farast kundi undir projek­t­eringina. Dýpingin varð eisini slept.
Var nólsoyarskipið frá 2007 annars realiserað, so var nýggja ferjan liðug fyri ári síðani.

Gamalt skip
Tá so nýggja ABC-samgongan kom var væntandi, at nýggja nólsoyarferjan aftur kom á skrá, men landsstýrismaðurin, sum nú umsat nólsoyarfarleiðina valdi ikki at prioritera at byggja nýtt skip, men heldur umvæla Ternuna og seta hana á farleiðina. Ternan er ikki er best egnaða skipið, umframt at hon er avloysararskip hjá SSL.
Sostatt var næstbesta loysnin vald, og var tað spell, tá avleiðingarnar javnan ávirka ferðasambandið millum Nólsoy og Havnina negativt.

Loysnin
Einasta rætta er, at byggiætlanin frá 2007 aftur kemur á skrá, so nólsoyingar fáa nýggja tíðarhóskandi ferju, bert ætlað til farleiðina um Nólsoyarfjørðin. Tað er klárt at fara undir projekteringina. Eitt byggiprojekt, sum eisini man koma væl við hjá føroyskum byggismíði.
Skal Nólsoyggin mennast og bygdafólkið annars støðast, so er høvuðsfortreytin, at nólsoyingar fáa nýggja ferju til flutning um fjørðin. Tað er burturvið, at nólsoyingar, frá at hava Rituna burturav, nú eru endaðir við einum avloysaraskipi.
Í seinastu viku samtykti makrelsamgongan annars íløgur fram til 2016, har nólsoyarskipip ikki var við. Tað var stórt spell og til skaða fyri ætlaðu ferjubyggingina.
Tí má byggiætlanin frá 2007 koma aftur í ljósmála og skjótast setast í verk.