Finnleif Guttesen, býráðslimur
?????????????????????????
Fráfarna samgongan hevði tann skitna óvana at turka útreiðslur upp á kommunurnar, til dømis, tá ið hon gav »skattalætta« við at hækka botnfrádráttin hjá kommununum, við at gera fólkapensjónina »skattafría«, og hon helt heldur ikki orð viðvíkjandi kompensatión fyri FAS-skipanina. Somuleiðis ætlaði hon at revsa tey lágløntu við at leggja økir út til kommunurnar og harvið trýsta tær til at hækka kommunuskattaprosentið.
Kommunu- og landsskattur
Tað er komið heilt greitt fram síðani valið, eisini frá andstøðuni, at tað er kommunuskatturin, sum rakar tey lágløntu, og ikki landsskatturin. Tí er ein hækking av kommunuskattinum og lækking av landsskattinum steinur oman á byrðu fyri tey lágløntu, meðan tey við hægri lønum fáa enn meira í sín part.
Landsstýrismaðurin í kommunumálum
Jógvan við Keldu, sum hevur nógv ár á baki sum kommunalpolitikari og er lokalpatriotur um ein háls, er rímiliga greiður, tá ið hann sigur, at varisliga skal farast fram, tá ella um økir skulu leggjast út á kommunurnar. Eg veit ikki um eg fari heilt skeivur, tá ið eg havi fatan av, at JvK hevur tankar um, at umsitingin skal flytast út á størri økir, uttan at kommunuskatturin endiliga skal hækkast, so at tey lágløntu ikki verða straffað
Ein máti at gera hetta uppá, er at víðka um verandi almanna- og skattastovur, sum longu liggja runt um í landinum. Tað skuldi verði ein sjálvfylgja, at hesar stovur fáa størri heimildir enn í dag. Men á hesum báðum økjum eru tað Hans Pauli Strøm og Bárður Nielsen, sum ráða.
Landsstýrismaðurin í almannamálum
Eitt er hvat JvK heldur, men nú er tað ikki hann, sum umsitur tey tungu málini, tað er Hans Pauli Strøm, og tað verður áhugavert at síggja, um hann hevur somu tankar um at turka útreiðslur upp á kommunurnar, sum undanmaður hansara hevði.
Undanfarna samgonga hevði ætlan um, at blaka barnaverndarøkið út á kommunurnar í óðum verki, og skuldi hendan ætlan »bert« kosta 0,9 prosent í hækking av kommunuskattinum. Men við kostnaðarmetingini av barnaverndarøkinum hevði eldraøkið kosta 4 til 5 prosent í hækking av kommunuskattinum, og tá høvdu tey lágløntu veruliga merkt svian av hesum politikki.
HPS hevur úttalað seg um barnaansingarøkið og at systkinaavsláttur skal gevast í barnaansingini. Hetta er sjálvsagt ein góður tanki hjá barnafamiljum, men tað, sum kommunurnar ikki vita, er, hvør skal gjalda. Eru tað kommunurnar, so kann roknast við at barnaansingin verður enn dýrari fyri tann einstaka, ella skal kommunuskattaprosenti hækkast, tí gjaldast skal tað.
Tað er at gleðast um, at HPS í Dimmu 3. mars sigur, at eldrarøkt er ikki búgvið til at leggja út á kommunurnar í óðum verki, sum undanfarna samgonga ætlaði.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Bárður Nielsen hevur lovað skattalætta og ein táttur í tí ætlan er at hækka botnfrádráttin. Við at hækka botnfrádráttin fáa tey lágløntu eitt sindur í sín part, men verður tað eftir sama leisti, sum undanfarna samgonga nýtti, so verða tað kommunurnar, sum koma at verða við sviðusoð.
Tí við at hækka botn-frádráttin hjá kommununum skerjast inntøkurnar so nógv, at kommunurnar verða noyddar at hækka skattaprosentið, og so er einki vunnið, serstakliga ikki hjá teimum lágløntu.
Somuleiðis er ætlan um at víðka FAS-skipanina, sum kommunurnar gjalda fyri. Hetta er ein skipan við vaksandi útreiðslum, sum landið hevur álagt kommununum, og tað er bert ein kommuna í landinum, sum fær nakra inntøku av hesi skipan. Tað skuldi sjálvsagt verið soleiðis, at landið fekk allar inntøkur og rindaði allar útreiðslur av hesi skipan
Vinnuhúsið
Boðskapurin frá Vinnuhúsinum er, at kommunurnar eru so væl fyri, at tær saktans kunnu lækka kommunuskattin, so at tey lágløntu fáa eitt sindur av lætta.
Hetta er sjálvsagt ynskiligt, men Vinnuhúsið má gera sær púra greitt, at kommunurnar merktu eisini sviðan av kreppuárunum, og tí liggur nógv á láni. Somuleiðis merkja nógvar kommunur í dag eisini sviðan av vánaligari fíggjarstýring í »gomlum døgum«.
Kommunurnar hava ikki loyvi til at taka meira í skatti enn tað tær hava brúk fyri, til barnaansing, skúlar, vegir, kloakkir o. m. a og tí er skattaprosentið tað, sum tað er, hjá kommununum í dag.
At Vinnuhúsið kemur og sigur, at kommunurnar eru so væl fyri, at tær bara kunnu lækka skattaprosentið er ein óseriøsur pástandur, sum einki hald er í. Vinnuhúsið skuldi, um tað meinar tað í álvara, sagt, hvat kommunurnar skuldi latið vera við at gjørt fyri at lækka kommunuskattaprosentið, t. d. skuldu kommunurnar skert barnaansingina, ikki bygt og umvælt skúlar og so víðari.
Lat okkum fáa eitt boð.