Fiat eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum rúmligum mini MPV, sum er økonomiskur og hevur lágt CO2 útlát.
Seinasta nýggjheitin frá Fiat er Qubo, sum er ein av hesum modernaðu multibilunum við kassalíknandi designi og eru væl egnaðir bæði sum vørubilar og sum rúmligir familjubilar við plássi til fimm ferðandi og stórum viðførisrúmi.
Qubo er uppbygdur sum ein MPV. Hann er lutfalsliga høgur, og setrini eru hægri enn á einum vanligum persónbili, hetta gevur gott útsýni hjá bilføraranum. Innrættingin er sera liðilig, og við at leggja baksetrini niður verður Qubo sum ein vørubilur. Viðførisrúmið er stórt við góðum plássi til t.d. súkklu ella barnavogn.
Qubo er væl útgjørdur og hevur fleiri innbygdar trygdarskipanir sum t.d. ABS við ESP, antispinn og Hillholder, umframt EBD (Electronic Brake Distribution), fleiri airbag og tríggjar solidar nakkapútur aftan.
Motorurin er ein 1,3 Commonrail MultiJet diesel við turbo og intercoolara og 75 hk. Hesin koyrir 22,2 km/l og hevur CO2-útlát upp á einans 119 gram/km. Hvat útgerð viðvíkur fæst Qubo í útgávunum Active og Dynamic.
Tað er bilasølan Nordcar Sp/f í Smiðjugerði, sum umboðar Fiat í Føroyum.
TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum