Nýggjur myndakalendari

Føroya Myndakalendari 2014 er nú komin út.

Kalendarin er sera væl umtóktur millum bæði føroyingar og ferðafólk, og nógv eintøk av kalendaranum fara av landinum – antin við ferðafólki, sum hava vitjað í Føroyum, ella til føroyskar útisetar.

Myndakalendarin bjóðar 12 myndir av føroyskum bygdum og býum, og hesar myndir hevur Jens Kristian Vang tikið.

Føroya Myndakalendari fæst til keyps kring landið.