Nýggjur sjúkrahúsleiðari gleðir seg til uppgávuna

- Eg hugsaði meg væl um, áðrenn eg søkti, sigur 34 ára gamli Jóanis Erik Køtlum, sum nú verður nýggjur landssjúkrahúsleiðari.

Bert eina viku aftan á, at umsóknarfreistin var úti, hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum Helena Dam á Neystabø sett nýggjan sjúkrahúsleiðara fyri Landssjúkrahúsið.

Millum teir tríggjar umsøkjararnar til heita sessin á tí stríðsrakta sjúkrahúsinum fall valið á Jóanis Erik Køtlum. Hann er ættaður av Viðareiði og hevur síðani juli 1998 arbeitt sum fulltrúi í umsitingini á Almanna- og Heilsumálastýrinum. Eitt stutt skifti arbeiddi Jóanis Erik eisini sum fíggjarleiðari á Landssjúkrahúsinum.

- Hetta var tó bert nakrar fáar mánaðir í sambandi við bygnaðarbroytingarnar í 1998, sigur Jóanes Erik Køtlum.

Nýggi leiðarin kennir sostatt fullvæl til tær rembingar, ið seinastu árini hava tyngt virksemið á Landssjúkrahúsinum. Eitt stríð um bygnaðarbroytingar, sum kostaði undanmanninum hjá Jóanis Eriki Køtlum - Jákupi Mørkøre - sessin, tá Helena Dam á Neystabø sendi hann til hús tíðliga í ár. Jákup Mørkøre hevur síðani stevnt landsstýrismanninum.

Jógvan Elias Thomasen hevur virkað sum fyribils leiðari seinasta hálva árið.


Spennandi avbjóðing

- Sjálvsagt hugsaði eg meg væl um, áðrenn eg søkti, sigur Jóanis Erik Køtlum.

- Við nýggja leiðslustrukturinum trúgvi eg tó, at hetta kann gerast ein spennandi uppgáva, leggur hann aftrat.

Komandi stjórin, sum tekur við starvinum 15. august, vil tó ikki avdúka, hvørjar ætlanir hann hevur.

- Nei, tað vil eg helst ikki. Hetta er eitt sindur feskt enn.

Jóanis Erik Køtlum vísir á, at talan er um eina trý manna leiðslu á Landssjúkrahúsinum og hann ætlar at tey skulu seta seg niður og síðani koma við eini felags boði upp á, hvussu Landssjúkrahúsið skal virka sum frægast undir nýggja bygnaðinum.


Tilmæli

Tað ein 6 manna setanarnevnd er komin við tilmæli til Helenu Dam á Neystabø.

Arbeitt hevur verið serstakliga skjótt, tí tað er ikki meira enn ein vika síðani, at freistin at søkja var úti. Nevndin er mannað av tveimum umboðum frá Almanna- og Heilsumála-stýrinum, tveimum umboðum frá ovastu leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, einum millumleiðara á deildunum um-framt einum umboði fyri starvsfólkini; nevniliga næst-formaðurin í samstarvsnevndini.

Jóanis Erik Køtlum er útbúgvin cand merc við sergrein í fíggjarstýring. Hann er settur í leiðarastarvið fyri fimm ár. Og hetta hevur hann onki ímóti tíðaravmarkaðu starvssetanini.

- Tað dámar mær væl. Viðhvørt skulu frískar kreftir til.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....