Løgreglan í Keypmannahavn fekk í nátt eina fráboðan um ein skottilburð í býarpartinum Ballerup, og verður tað mett at hava tilknýtið til bandakríggið, ið hevur herjað danska høvuðsstaðin seinastu mánaðirnar. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
Enn vil løgreglan tó ikki veita fleiri upplýsingar um málið, meðan kanningar verða gjørdar.
- Klokkan 00.33 fingu vit eina fráboðan um skot í Magleparken, og verður tað kannað sum ein partur av bandakrígnum, sigur Lars Jørgensen, vaktleiðari hjá Københavns Vestegns Politi við Ritzau.
Sambært danska blaðnum BT, so er ein bilin funnin nærhendis Herlev Hospital, ið er raktur av fleiri skotum, men ynskir vaktleiðarin hvørki at vátta ella avsanna tíðindini. Vaktleiðarin ynskir heldur ikki at upplýsa, um nakar persónur bleiv raktur í skottilburðinum.
Talan er um triðja dagin á rað, at ein skottilburður hevur verið í Keypmannahavnarøkinum . Hóskvøldið bleiv ein 20 ára gamal maður í Søborg raktur av tveimum skotum í beinið og fríggjakvøldið bleiv skotið eftir einum sivilum løgreglubili í Mjølnerparken.