Sylvin er klaksvíkingur. Hann varð útbúgvin sum maskinmeistari í 1988 og hevur siglt við rækjutrolarum sum maskinmeistari.
Síðan 1990 hevur hann arbeitt í alivinnuni, fyrst hjá Eystlaks á Norðtoftum, har hann var við í øllum aliarbeiði, líka frá lívfiski og rognum, til smolt og liðugtkruvdan laks.
Í 1998-1999 starvaðist hann eitt stutt skifti á p/f Fiskaaling, áðrenn hann í 1999 fór at standa fyri uppbyggingini av smoltstøðini hjá Faroe Smolt á Húsum, har hann eisini var rakstrarleiðari.