Nógv er gott, men nógv manglar

Almenni valfundurin í Sjónleikarahúsinum er settur ígongd og valevni hava sagt sína áskoðan um at raðfesta vælferðartænastur Tað er nógv gott í føroyska samfelagnum, men enn er nógv sum manglar. Og til tað krevst raðfestingar.

Tað er niðurstøðan, nú valfundurin, sum Rás 2 og Sosialurin skipa fyri í Sjónleikarahúsinum í Havn beint nú og sum verður beinleiðis sendur á Rás 2.

Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, heldur, at politikarar skulu hjálpa teimum, sum hava brúk fyri tí og í hesum sambandi vísti hann á, at seinastu árini eru 150 pláss gjørd á eldrabýlum og fleiri eru sett út í kortið.

Georg L. Petersen úr Sambandsflokkinum, heldur, at endamálið við politikkinum má vera at byggja uppundir vælferðartænastur, tí tað er fremsta endamálið við politikkinum.

- Spurningurin er so, hvussu vit raðfesta fyri at røkka tí málinum.

Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum sigur, at vælferð er tær tænastur, sum vit solidariskt bjóða hvørjum øðrum.

Hon heldur, at vit eru eitt mentað fólk ogvit eru fullgreið yvir, at vit eru ikki komin á mál, tí vælferð er eitt áhaldandi projekt, sum aldrin verður liðugt.

- Men tíverri sær út til, at teir bólkar, sum ikki eiga eina rødd at tala fyri seg, koma í síðstu røð.

Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum fýltist á tær raðfestingar, sum eru gjørdar. Hann fýltist á, at tey, sum byggja, kunnu fáa óavmarkaðan rentufrádrátt frá landinum, hóast tey byggja eini hús fyri 10 milliónir.

Tað almenna skuldi heldur roynt at brúkt eitt sindur av pengunum til at stuðla teimum støku uppihaldarunum, sum vilja hava tak yvir høvdið

Hann mælti eisini til at gera SEV til eitt partafelag og at selt tað og bygt eldrabúðir fyri pengarnar.

Bergtóra Høgnadóttir Joensen tók avgjørt undir við, at tað snýr seg um at raðfesta.

Men hvat eldrabýlum viðvíkur, snýr tað seg sanniliga eisini um at skapa eldri eina lívsdygd og veruleikin er, at føroyingar liva styttri enn tey í grannalondum okkara.

Bill Justinussen sigur, at tað mangla ikki pening í samfelagnum, men við skilagóðum raðfestingum ber til at koma fleiri trupulleikum til lívs, eitt nú er er ikki nokk av fólki á Landssjúkrahúsinum ímeðan tey á sjúkrahúsinum í Suðuroy og Klaksvík ganga og bíða eftir sjúklingum. Tað er ikki skilagóð raðfesting, helt hann.