Hátíðarhald
Sannur hátíðardámur var yvir Nólsoyarbygd seinasta leygardag, tá ið minnissteinurin yvir Nólsoyar Páll varð avdúkaður.
Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum Nólsoy nú eisini er partur av, ið avdúkaði minnissteinin.
Leygardagin varð nýggi fótbóltsvøllurin í Nólsoy eisini alment tikin í nýtslu, og her vóru tað borgarstjórin og formaðurin í Nólsoyar Ítróttarfelag, sum góvu bóltin upp.
Eftir hetta, vórðu fótbóltsdystir leiktir á vøllinum.
Leygardagin varð eisini vitjað í barnagarðinum, sum verður bygdur í Nólsoy, og tá ið vitjanin var av, varð farið í bygdarhúsið til ábit og okkurt leskandi. Í bygdarhúsinum fingu fólk góðan føroyskan viðskera.
Nógv fólk var til hátíðarhaldið í Nólsoy, og hýrurin var góður.
Tiltakið byrjaði klokkan 15.30, tá ið Egon Hansen, lærari, helt røðu, sum vit eisini endurgeva á hesum síðunum.
Steinurin á Fløtti
Egon er sonur Leif og Gertrud Hansen. Í mong ár var Leif fyrstilærari við Nólsoyar skúla, og hann røkti eisini uppgávuna sum deknur í kirkjuni.
Egon hevur eisini roynt seg sum høvund, og hann hevur eitt nú skrivað bókina, "Kirkjan á Tanganum", har fleiri áhugaverdar søgur eru. Egon hevur eisini skrivað greinar í Varðanum.
Í bókini skrivar hann um kirkjusøguna og teir lutir, sum eru í kirkjuni, men har eru eisini aðrar søgur. Ein sera áhugaverd og nemandi søga er um, hvussu gekst, tá ið nólsoyingar í sínari tíð fóru undir at byggja skúla. Teir fóru úr Nólsoy í árabáti til Havnar eftir tilfari til skúlan.
Hetta gjørdist ein feigdarferð, har 5 mans sjólótust.
Tá ið teir fóru úr Havn, kom hann av landnyrðingi við kavaroki, og norðanfyri Stongina holvdist báturin. Teir, ið vóru mentir og hepnir, komu í fyrsta umfari upp á kjølin at sita, og báturin rak á eystfallinum norður ímóti Nevinum, sum er landið sunnanfyri Rituvík.
Tað eydnaðist bert tí eina manninum at halda seg á kjølinum.
Landnyrðingur er ringur eystanfyri, serliga á eystfallinum, tá ið tað rekur upp í ættina. Hetta hevur verið ein ring nátt hjá manninum, sum at enda stríddist einsamallur á kjølinum.
Tá ið vestfallið kom, rak báturin vestur aftur í Nólsoyarfjørð, og tá ið hann fór fram við Glyvursnesi, var hann so nær landi, at tað eydnaðist manninum, sum var útlúgvaður, at bjarga sær í land.
Maðurin var so illa fyri, at tað tók langa tíð, áðrenn hann kom út til Nólsoyar aftur.
Tann, sum einsamallur bjargaðist, var Jákup Hendriksen, vanliga róptur Jákup hjá Maluni við Brunn, sum eisini er nevndur í røðuni hjá Egoni.
Minnið livir...
Egon er sjálvur primusmotururin aftanfyri hugskotið at reisa henda minnisstein yvir Nólsoyar Páll. Hann hevur designað steinin og skotið upp, hvat skuldi standa á honum. Mikala Gulklett, sum er úr Nólsoy, hevur gjørt arbeiði á verkstaði sínum í Havn.
Á minnissteininum er mynd av Royndini Fríðu, soleiðis sum hildið verður, at hon sá út, síðan er føðingardagur og deyðsdagur hjá Nólsoyar Pálli (1766-1809). Niðari á steininum standa orðini: Minnið um kappan livir.
Tað er Tórður í Hoyvík, sum er hálvur nólsoyingur, ið hevur funnið steinin í Villingardali í Havn.
Við løtuna á Fløtti var fyrst felagssangur, og lagt varð fyri við sanginum: "Land mítt har grasið í líðum grør... "
Tað var heldur kaldligt leygarmorgunin, sum tiltakið skuldi vera seinnapartin, men sum morgunin leið, gjørdist veðrið betri. Tá ið haldið byrjaði klokkan 15.30 seinnapartin, var gott veður.
Tá ið Ritan sigldi úr Havn klokkan 15, var so nógv fólk á bryggjuni í Havn, sum ætlaði sær út til Nólsoyar, at øll sluppu ikki við. Tí noyddist báturin hjá Tórshavnar Skipasmiðju at flyta tey seinastu fólkini út til Nólsoyar hendan dagin.