Tað er týskvøld. Í Djónastovu í Havn eru nøkur fólk savnað. Tey hava tað felags, at tey teljast millum tey frægu innan føroyskt tónleikalív. Og eisini, at tey teljast millum teirra, ið Kim Hansen hevur savnað rundan um seg at manna Eurovision Hit Band.
Eurovision Hit Band skal hita upp, sum tað eitur, tá Brøðurnir Olsen fara á pall í Havn leygarkvøldið.
Altíð fylgt við í Prix
Havnin andar tungliga, eftir júst farnu ólavsøkudagarnar. Rættulig ferð er ikki á ferðsluni eingang. Enn ber til at síggja ólavsøkugestir, ið halda fornum siði í hevd, og halda veitsludagar meira enn tann eina dagin ella tveir.
Hóast talan er um tónleikarar við ljóðføri í hond, so er eisini friðarligt at koma inn í Djónastovu hetta kvøld. Men brátt kemur lív í og fyrsta venjingin er byrjað.
Ein Bischen Frieden, Waterloo og Hallelujah ljóma. Tað gongur væl.
- Fyrireikararnir ringdu til mín við hugskotinum um at savna ein Grand Prix bólk. Hetta eru nakrar vikur síðani, sigur Kim Hansen, ið er kapellmeistari.
- Eg helt hetta ljóða spennandi. Eg havi altíð fylgt við í Grand Prix, sjálvt um tað hevur gingið upp og niður við hesum tiltakinum. Men tað er tó, sum hevur Grand Prix fingið eina endurreisn, heldur Kim.
- Vit spæla løg, ið fólk kenna. Tað er ikki altíð, at vit hugsa okkum um og seta góðu løgini í samband við Grand Prix, men sera nógv feit løg stava frá Grand Prix, sigur Kim.
Kim hevur síðani gingið og hugsað um, hvussu farast skuldi til verka, tí vanliga hava prixløg verið løgd tilrættis við stórum symfoniútsetingum. Fyrst var ætlanin bert at leika blásarar á ljómborðinum, men tað var, sum vantaði okkurt. Og so var tað eisini sjálvur parturin við showinum, ið hugsast skuldi um, og har prýða blásarar um.
Magnus og Kim hava skrivað útsetingar til blásararnar, so hetta er sum tað skal vera.
Men Kim hevur heitt á góð fólk. Kim hevur vanliga nakrar tónleikarar, ið hann leikar saman við og hesir telja grundstammuna í bólkinum.
Tað hoyrist, at Arnfríð Lutzen hevur fylgt við í tyskt tímunum, tí hon er tað, ið syngur nakrar av sangunum, umframt Kim og eisini Pætur við Keldu, ið eisini verður við.
Manningin er Kim Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Kaj Johannesen, Magnus Johannesen, Ólavur Øster. Hesir manna grundbólkin. Arnfríð Lutzen, kend úr m.a. Kulum Rótum, syngur. Blásarar eru eru Tróndur Enni, Mortan Zachariassen og Mass Hoydal. Í kórinum syngja Laila Carlsen og Margreta á Rógvu Joensen. Umframt fer Pætur við Keldu eisini at leika.
Onnur víst áhuga
Vit hava sett okkum í eitt horn at práta, meðan ein lítil støðgur er.
- Vit skulu spæla í einar 45 minuttir. Vit venja nú og fríggjadagin verður rættuliga farið undir endaspurtin, sigur Kim, áðrenn boð aftur eru eftir kapellmeistaranum.
Kim sigur, at fleiri spælistøð hava víst áhuga og fegin vilja hava Eurovision Hit Band at spæla hjá teimum. Men enn er einki endaligt hesum viðvíkjandi, tí fyrst er tað leygakvøldið og Olsen Brøðurnir, ið eru á skránni.
Og sangskránni hjá Kim og teimum er einki í vegin við, tí í Djónastovu ljóma í hesum døgum løg sum Waterloo, Hallelujah, Ein Bischen Frieden, Save your kisses for me, Let me be the one, Love shine a light og Hold me now.
Skil í
Tað er pop.fo og Kyndil, sum í felag fyrireika konsertina leygarkvøldið.
Steintór Rasmussen sigur, at talan verður um eitt væl fyrireikað tiltak.
Byrjað verður rættstundis og endað verður á midnátt. Tróndur Djurhuus verður vertur og hann er vanur við at fáa tiltøk at ganga væl og at halda tíðarætlanir.
Eftir at hava órogvað við myndatøkum og við práti við kapellmeistaran, raggar blaðmaðurin sær út aftur.
- Kanska skuldu vit tikið Wings of Love, er tað onkur sum sigur og so ljómar láturin.
Jú, tey eru komin í gongd við fyrstu venjingina. Hava lisið hvønn annan av og eru um at gerast ein eind. Tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.