Toymið 60+ og starvsfólk á Virkisstovuni á Lágargarði skipa fyri eini rúgvu av tiltøkum í komandi viku. Tiltøkini eru ætlað eldri, tó er tað eingin forðing um tú ert yngri. Tiltøkini eru almenn og øll eru vælkomin.
25. mai kl 10.00-11 .00 verður venjing á Vaglinum.
Tey hittast á Vaglinum klokkan 10 og gera venjingar. Byrjað verður við upphitan, síðani ymiskar styrkjandi venjingar, har tey eisini fara at gera gera okkurt stuttligt, og at enda verður strekt út.
26. mai kl 10 ? 12 venjing á Tórsbreyt.
Hvønn mikudag klokkan 10 er venjing fyri eldri í Badmintonhøllini. Í dag verður venjingin á Tórsbreyt.
Byrjað verður við upphitan, síðan verður gingið túr á Tórsbreyt og gjørdar styrkjandi venjingar.
Aftaná verður spælt rundbólt, stikkbólt, hokkey, bowling og gera ymiskt við fallskermi.
27. mai klokkan 10 verður gingið runt í Eysturbýnum, teinurin er umleið 3 km, og tekur uml 40 minuttir
- Vit fara at ganga ?rundgongu?. Endamálið við hesum er at inspirera fólk til at gera gangibólkar. At gera avtalur um at ganga ein túr fasta tíð, fasta rutu, og at fólk verða tikin upp í gangibólkinum ymsa staðni á rutuni. Tvs. at tann sum byrjar at ganga verður fylgdur heim aftur.
Byrjað verður uttan fyri Lágargarð, síðani verður gingið oman í Miðbýin, framvið Politistøðina og Kongabrúnna, Vágsbotn, Steinatún, niðan framvið Hoyvíkstjørn og síðani aftur til Lágargarð.
Soleiðis kanst tú hitta okkum onkrastaðni á rutuni, og ganga saman við okkum so leingi tú hevur hug og orku.
Tíðarætlanin er vegleiðandi:
Lágargarður kl 10.00
Eysturskúlin kl 10.05
Politistøðin kl 10.10
Dómkirkjan kl 10.20
Steinatún kl 10.25
Gripsveg kl 10.30
Hoyvíkstjørn kl 10.35
Stoffalág kl 10.40
Toymið 60+ og starvsfólk á Virkisstovuni á Lágargarði