Nógvir spælararar eru sera slitnir

GÍ liðið hevur víst væl størri yvirskot, enn flestu av spælarunum á hinum liðunum hava havt

 

Føroyska fótbóltskappingin er farin í summarfrí. Tað verður ikki spælt aftur í landskappingini fyrr enn sunnudagin 5. august. Tá sær skráin soleiðis út: EB/Streymur?GÍ, HB?KÍ, VB?B68, NSÍ?FS Vágar og B71?B36.

Í 10. umfarinum vunnu GÍ og B36, meðan VB og HB, sum høvdu ein evarska lítlan møguleika at koma upp undir B36, taptu á útivølli. B68 vann á HB, og harvið gjørdist tað tættari í kappingini um bronsuna, sum fer at hava pláss í Intertoto Cup við sær, um B36 vinnur steypafinaluna.

Tað er sera ivasamt, um nøkur kapping yvirhøvur fer at vera um oddasessin. GÍ er fimm stig undan B36. Vit hava áður nevnt tað, og vit kunnu gott endurtaka tað. Í trettanda umfarinum fær B36 vitjan av GÍ. Um gøtumenn fara at vinna ta ferðina, so bendir alt á, at allur spenningurin fer at hvørva, og at tað ikki fer at bera til at rokna við øðrum meistara enn gøtumonnum.

Botnurin ressaði sær rættuliga á. Tey bæði niðast staddu liðini fingu fulla úrtøku, og støðutalvan vísar, at í stutta summarsteðginum er einki avgjørt, tá tað ræður um niðurflytingina.

Summarsteðgurin er rættuliga stuttur. VB skal spæla í Europa Cup í annaðkvøld, og B36 og KÍ fara at fyrireika seg til steypafinaluna, sum verður ólavsøkudag.


Ymsar tíðir

Hesa ferð vóru dystirnir spjaddir yvir alt vikuskiftið. Áður hava dystirnir í Eysturoy verið spældir ymsar tíðir. Hetta varð gjørt, tí tað varð roknað við, at áskoðarainntøkurnar fóru at verða størri, men nú er nakað síðani, at hetta varð lagt av. Í vikuskiftinum var fótbóltur í Gøtu fríggjakvøldið, í Gundadali og í Vágum seinnapartin leygardagin, á Eiði leygarkvøldið og á Svangaskarði seinnapartin sunnudagin.

Fótbóltsveðrið var av tí besta, og áskoðarafjøldirnar til teir tríggjar dystirnar í Eysturoy vóru væl størri, enn tær vanliga plaga at vera. Um tað var góða veðrið, lítla kappingin frá øðrum dystum (2. deild fór longu næstsíðsta vikuskifti í summarfrí) ella okkurt annað, sum var orsøkin, er ilt at taka dagar ímillum um, men tað kundi kanska hugsast, at onkur loftar møguleikanum, at dystir skulu spælast fríggjakvøld og leygarkvøld (aftaná at 2. deildardystirnir hava verið á skránni).


Søgan endurtekur seg

Tá tað í einum umfari er møguleiki at síggja fleiri dystir, ber tað betri til at sammeta avrikini hjá ymsu liðunum, enn tað vanliga ber til. Og út frá teimum trimum dystunum í Eysturoy var tað púra greitt, at í løtuni eru gøtumenn væl betri fyri, enn hini fimm liðini, sum spældu har í vikuskiftinum, eru tað í løtuni.

Gøtumenn eru likamliga betri fyri, og likamliga yvirskotið ber við sær, at teir eisini sinniliga eru betri fyri. Hetta hevur sæst aftur í, at GÍ hevur fingið væl færri kort, enn mótstøðumenninir hava fingið, og tað hevur eisini sæst aftur í, at GÍ í nógvum dystum síðstu løtuna hevur fingið avgerandi málini. Næstsíðsta mikukvøld gekk tað javnt á fyrsta tíman ímóti B68, so koppaði dysturin GÍ til fyrimunar. Síðsta fríggjakvøld gekk tað javnt á ímóti KÍ, inntil eitt stórt korter var eftir. So var tað týðuligt, hvønn veg tað bar, og síðstu trettan minuttirnar var útselt hjá KÍ, meðan GÍ hevði orku at skora fýra mál.

At gøtumenn eru so nógv betri fyri, enn mótstøðuliðini eru tað, er høvuðsorsøkin til, at teir eru fremstir. At FM vinnararnir eru likamliga og harvið eisini sinniliga betri fyri enn mótstøðumenninir er einki nýtt. Fýra tey seinastu árini eru góð dømi um hetta.

B36 vann FM í 1997. Í nógvum dystum fingu teir avgerandi málið í síðstu løtu. Teir vóru betri fyri, enn hini liðini vóru. Í 1998 vann HB FM. Gongdin var akkurát tann sama, sum hon var hjá B36 í 1997. Í 1999 var KÍ best. Skaðar kendu teir lítið til, kortini vóru um lundi á jólanátt, og í fleiri dystum fingu teir sigursmálið í síðstu løtu. Vágbingar vunnu FM í fjør. Fleiri dystir standa framvegis frammarlaga í huganum, tá teir í síðstu løtu skoraðu avgerandi málið.


Venjingin og spælararnir

Vit hava omanfyri staðfest, at fleiri av liðunum eru ikki nóg væl fyri. Mest upplagdi spurningurin er so, um venjingin í feløgunum ikki er nóg góð. Tað hava vit ikki møguleika at meta um. Vit vita, at í flestu feløgunum verður væl meiri tíð nýtt til fótbóltsvenjing nú, enn tað var inntil fyri heilt fáum árum síðani. Spurningurin er, um hetta sæst aftur í avrikunum í dystunum.

Tað er einki at ivast í, at venjararnir eftir bestu sanføring leggja eitt stórt arbeiði í sítt virki. Men tær síðstu vikurnar hevur hetta ikki sást á avrikunum. Hvi hetta hevur verið soleiðis, er ivaleyst ein spurningur, sum tær komandi vikurnar fer at verða snaraður og vendur í feløgunum. Tað kunnu vera fleiri orsøkir. Ein tann mest upplagda er ivaleyst, at tað er møguleiki fyri, at spælararnir eru overvaðir. Teir hava vant og spælt síðani stutt eftir ársskiftið, og nú sær út til, at teir eru troyttir og hugsa meiri um summarfrí, enn teir hugsa um fótbóltin.

Soleiðis er tað í flestu feløgunum, men avrikini hjá GÍ tær seinastu vikurnar hava víst, at soleiðis er støðan ikki í Gøtu. Har er orkan framvegis stór, og sjálvt um tað í løtum ikki gongur so lætt, so megna teir at arbeiða seg burturúr tí. Teir hava vilja og hug til tað.

Hví tað er soleiðis er ilt at meta um. Mest upplagdi møguleikin er at siga, at GÍ hevur breiðari hóp og spælara fyri spælara betri tilfar, enn hini liðini hava. Í fleiri av undanfarnu árunum hevur tað verið meiri upplagt at komið við hesari metingini, enn tað er í ár.

Ein annar møguleiki er, at GÍ spælararnir taka fótbóltin í størri álvara, enn spælararnir á fleiri av mótstøðuliðunum gera. Tað duga vit ikki at siga nakað avgjørt um, men tað er eingin loyna, at gøtumenn altíð hava tikið og framvegis taka uppgávuna í stórum álvara, og tað er serliga merkisvert, at spælarar, sum hava verið við í mong ár, og sum hava vunnið fleiri FM og sum hava roynt seg í altjóða høpi, fremvegis eru grammir.


Venjararnir

Triði møguleikin er, at GÍ hevur ein betri venjara, enn hini feløgini hava. Tað er eingin ivi um, at GÍ eigur venjaran, sum hevur flestu royndirnar í fremstu røð í Føroyum.

Venjarin hevur við nógvar lutir í fótbóltinum at gera. At venjarin megnar nógv á nógvum økjum hevur stóran týdning. Eitt er, at hann hevur stórt innlit í sítt egna tilfar og í tilfarið hjá mótstøðuliðunum, og at hann taktiskt megnar at gera nyttu av síni vitan.

Ein annar lutur er, at venjarin syrgir fyri, at venjingin alla tíðina er áhugaverd, soleiðis at spælararnir hvør fyri seg og liðið í síni heild kennir framgongd á fysiska, tekniska og taktista økinum. Og ein annar og ikki minst týdningarmikil lutur er, at venjarin alla tíðina megnar at fara soleiðis fram, at spælararnir støðugt vísa honum virðing. Hvussu tað er vorðið við øllum hesum, kunnu tey, sum eru tætt knýtt at feløgunum betri meta um, enn vit eru førir fyri at gera tað. Men tað er neyvan nakar ivi um, at GÍ er væl fyri, hvat øllum hesum viðvíkur.

Ivaleyst er tað soleiðis, at talan er um eina javnvág, sum er grundað á allar teir lutirnar, sum eru nevndir omanfyri, og ivaleyst á fleiri aðrar lutir, sum vit ikki hava nevnt, sum gera, at tað hjá summum gongur væl, og at tað hjá øðrum ikki gongst so væl (m. a. at leiðslan er skilagóð, støðug og megnar at taka avgerðir). Gøtumenn og Johan Nielsen tykjast higartil í ár alt í alt at hava verið betri til alt hetta, enn øll hini liðini hava verið, og tað sæst aftur á støðutalvuni, nú fótbóltskappingin fór í summarfrí.

Vit mugu vóna, at spælararnir vera væl fyri, tá teir hittast aftur, enn teir hava verið tær síðstu vikurnar.