Enska fótbóltssambandið, FA hevur givið Sam Allardyce sekkin, og tað verður Gareth Southgate, sum fyribils skal taka sær av enska landsliðnum meðan leitað verður eftir einari permanentari loysn.
Enska blaðið "The Telegraph" hevur roknað seg fram til ein lista av kandidatum til landsliðsvenjarastarvið hjá Onglandi.
Sambært "The Telegraph" eru hesir kandidatarnir :
Alan Pardew: Crystal Palace-venjarin verður mettur at verða ein tann besti høvuðsvenjarin í Premier League.
Steve Bruce: Hevur royndir frá feløgum, sum Hull, Sunderland, Wigan og Birmingham og hann var til starvsfólkasamrøðu hjá FA um landsliðsvenjarastarvið í summar. Ta ferðina var Sam Allardyce valdur.
Eddie Howe: Bournemouth-høvuðsvenjarin er spáddur at fáa starvið í framtíðini, men í løtuni verður mett, at hann hevur ov fáar royndir.
Jürgen Klinsmann: Hevur gjørt tað gott, sum venjari hjá USA. Hevur drúgvar royndir, sum bæði spælari og venjari.
Glenn Hoddle: Hóast hann fekk sekkin, sum enskur landsliðsvenjari í 1999, so verður hann av fleiri mettur at verða ein góður kandidatur. Alan Shearer og Harry Redknapp høvdu Glenn Hoddle sum favoritt til starvið, tá Roy Hodgson legði frá sær í summar.
Gary Neville - Hjálparvenjarin hjá Roy Hodgson hevur framvegis eitt gott orð á sær hjá FA og kann verða ein møguligur kandidatur. Eisini, sum ein møguligur hjálparvenjari.
Slaven Bilic - West Ham-venjarin var eisini aktuelur í summar. Hevur royndir, sum venjari hjá Kroatia.
Alan Shearer - Fótbóltsekspertur hjá BBC, og ein av bestu áleyparunum hjá Onglandi nakrantíð. Kann eisini koma uppá tal, sum hjálparvenjari.
Roberto Mancini - 51 ára Roberto Mancini var eisini nevndur, sum ein kandidatur í summar. Er tøkur á arbeiðsmarknaðinum, og hann kennir væl Ongland frá sínari tíð, sum høvuðsvenjari hjá Manchester City.
Harry Redknapp – Happy Harry hevur nógvar og drúgvar royndir. Men hann hevur ikki verið í einum venjarastarvi í nøkur ár, og hann var forbígingin seinast enska landsliðsvenjarastarvið var sett.
Guus Hiddink – Niðurlendingurin hevur tvær ferðir traðkað til, sum bjargingarmaður hjá Chelsea í samband við, at venjarar hjá Chelsea hava verið uppsagdir. 69 ára gamli Guus Hiddink er framvegis knýttur at Chelsea, sum ráðgevi.
Laurent Blanc – Vann franska meistaraheitið við PSG trý ár á rað. Men hann megnaði ikki at liva upp til krøvini um góð úrslit í Champions League. Er tøkur á arbeiðsmarknaðinum.
Claudio Ranieri – Framdi eitt søguligt bragd við at føra undirtippaða Leicester City til enska meistaraheitið. Byrjanin í Premier League hevur verið sløk, men í Champions League hevur Leicester vunnið tveir av tveimum dystum. Ranieri vandi Chelsea í fýra kappingarár fyrst í hesari øldini.
Arsene Wenger – Tað er lítið sannlíkt, at Arsene Wenger fer frá, sum høvuðsvenjari hjá Arsenal mitt í einum kappingarári. Hartil hevur Arsenal fingið eina góða byrjan í Premier League. Hevur áður boðað frá, at hann er ikki tøkur fyrrenn í 2017.
David Moyes – Skotin hevði vánalig úrslit í Real Sociedad og í Manchester United, og hevur trupuleikar við at koma í gongd við Sunderland í Premier League. Gjørdi tað tó framúr væl við smáum midlum í Everton, og tann tíðin vigar tungt.
Sir Alex Ferguson – Fór á pensjón í 2013, og tað er rættiliga ivasamt um gamli Ferguson kann lokkast at taka við enska landsliðsvenjarastarvinum. Hevur tó úrslit, sum eingin annar, og tað ger, at hann er eisini á listanum yvir kandidatum til enska landsliðsvenjarastarvið.