Í innleiðandi umfarinum skal Skála spæla í Hvalba, og AB skal norður til Eiðis. St.ÍF hevur frí hetta vikuskiftið í 1. deild hjá monnum í hondbólti, og tað kemur ivaleyst væl við, tí fleiri av teimum, sum manna 2. deildarliðið hjá Skála í fótbólti, spæla eisini hondbólt, og harafturat er stórskjúttin í hondbóltinum, Artur Johansen, venjari í fótbóltinum.
Vit hava frætt av Skála, at teir so smátt eru farnir undir at venja fótbólt, og teir royna at fáa tað at ganga upp við at laga venjingina í fótbóltinum eftir hondbóltinum, sum verður á skránni nakrar vikur afturat.
Hjá Royn er tað í morgin talan um fyrsta týdningarmikla dystin hjá Zoran Mancic, spælandi venjaranum hjá hvalbingum, sum er komin aftur í oynna, eftir at hann í eitt ár var í Klaksvík. Í 1997 spældi hann við VB.
Eina ferð í heyst ljóðaði tað, at Oddbjørn Joensen, sum í fjør var hjálparvenjari á Toftum, skuldi hava ábyrgdina av EB/Streymi í ár. Tað endaði kortini við, at Oddbjørn fór út á Argir at vera venjari, og í morgin verður fyrsta høvið hjá lægst stadda felagnum í steypakappingini at royna seg við nýggja venjaranum.
Í fjør var Sverri Jacobsen venjari hjá EB/Streymi. Hann hevur aftur ábyrgdina í ár, og í morgin setir hann saman við sínum undirsáttum hol á nýggja kappingarárið.
Spæla nógv
Nú er rættulig gongd komin á venjingardystirnar hjá 1. deildarliðunum, sum skulu bíða tvær vikur afturat, áðrenn tey sleppa framat í bólkaspælinum í steypakappingini.
Í fyrrakvøldið vóru tveir venjingardystir í Eysturoy. Á Toftum vitjaði B36, sum vann 2-1, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-1.
Í Gøtu var KÍ á vitjan, og klaksvíkingar vunnu 3-2, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í báðum dystunum var talan um fleiri útskiftingar. Landsliðsspælararnar John Petersen hjá B36 og John Hansen hjá KÍ sást einki til. Teir eru framvegis plágaðir av skaðunum, sum teir fingu í Spania.
Í dag fær KÍ vitjan av NSÍ, og í morgin skal B68 til Havnar at spæla móti HB.
Komandi vikuskiftið verður Klaksvíkskappingin, sum hevur verið á skránni nógvu tey seinastu árini. Leygardagin hittast KÍ og HB og GÍ og B36. Sunnudagin hittast vinnandi liðini í finaluni, og tapararnir skulu spæla um triðja plássið.