Nú hava havnarfólk fingið streymin aftur

Beint fyri døgverða misti allur vesturbýurin í Havnini streymin. Sev sigur, at tað var eitt kaðalbrek, sum var orsøkin til streymslitið, og at tey fóru beinanvegin undir arbeiðið at umvæla brekið.

Og Sev sigur, at nú er brekið umvælt, so nú hava øll fingið streymin aftur.