Nøkur góð hugskot til gamlar dreingir

-

Jústinus Leivsson Eidesgaard


Um ein er gamal drongur, so er ikki neyðugt at fella heilt í fátt. Upplivir tú ikki kærleikan á ungum árum, so eru stórir møguleikar fyri at kenna ástarhitan, tá lívsheystið nærkast, ella tá tú fyllir seksti.

Árbókin fyri Føroyar slær fast, at vit eiga eitt stórt yvirskot av konufólki frá 60 árum og uppeftir. Í hesum bólkinum funnust tann 31. desember 1998 4.282 kvinnur og 3.672 menn. Hetta merkir at í minsta lagi 610 kvinnur eru stakar.

Hyggja vit eftir aldursbólkinum beint framman undan, tað vil siga frá 40-59 ár, so ganga 726 menn stakir. Teir kunnu einki gera við aldursbólkin niðanfyri, frá 20-40 ár, tí har er uppaftur størri yvirskot av mannfólki, heilir 1000 mans.

Mannfólk í seint í fimtiárunum hava sostatt góðan møguleika at finna eina kvinnu, sum er eitt sindur eldri at deila lívsheystið við. Árbókin slær eisini fast, at menn seinast í fimtiárunum, sum finna eina yngri kvinnu, hava veruliga nakað at bjóða fram, sum teir kunnu vera ernir av. Tí kappingin er sera hørð frá yngri monnum, sum sambært náttúrunnar lógum áttu at verið bæði sprelsknari og máttmiklari bæði so og so.


Fleiri menn

Summi mannfólk velja lívið sum gamal drongur, onnur hava ikki dirvið at finna sær eina konu, men burðartølini í Føroyum eru eisini ein atvoldin, sum tekur eitt sindur av ábyrgdini frá tí ógifta manninum. Okkara siðvenja sigur, at tað er ikki hóskiligt, at fleiri menn eru um hvørja kvinnu. Og í Føroyum eru fleiri menn enn kvinnur, so snøgt er tað.

Í øllum aldursbólkum, heilt upp til 60 ár eru menninir fleiri enn kvinnurnar. Hagtølini hjá Árbókini sýna eisini at kvinnurnar liva longri.

Frá 60 árum og uppeftir vóru við árslok 610 stakar kvinnur í Føroyum og árbókin sigur eisini gomlum dreingjum hvar teir kunnu leita. Størsti møguleikin fyri at finna maka er í Havn. Har eru knappliga 300 kvinnur yvir 60 ár leysar, annars eru leysar kvinnur í hesum aldursbólki at finna í øllum landinum.


Syrgilig tøl

Í Norðoyggjum uttanfyri Klaksvíkin er tað einsligt at vera maður í bestu árum millum 40 og 59. Onga aðrastaðni eru so nógvir ógiftir. Í hesum bólkinum eru 133 fólk. Harav 49 kvinnur og 84 menn. Í Sandoynni eru fleiri í hesum bólki 373 fólk, men her eru fleiri gift. Her eru 158 kvinnur og 215 menn. Tað vil siga at 57 ógiftir menn millum 40-59 ár ganga í Sandoynni. Í Havn er næstan javnvág í hesum bólki, nakrir fáir manns fleiri enn kvinnur.


Góð helvtin gift

Árbókin greinar út hvussu er statt við hjúnarstøðuni hjá føroyingum.

Við árslok 1998 vóru 44.817 fólk búsitandi í Føroyum. Av hesum vóru 23.430 ógift. Tølini stuðla væl, at vit hava eitt yvirskot av mannfólki í Føroyum. Av teimum gott 23.000 ógiftu eru gott 10.000 kvinnur og gott 13.000 menn. Tølini skulu sjálvsagt takast eitt sindur við fyrivarni, tí børn eru við í hesum bólkinum.

Við árslok vóru skrásett 17.441 fólk, sum eru gift. Og sjálvsagt er næstan talan um helvt um helvt mannfólk og konufólk.

Hjúnarskilnaður veksur við rúkandi ferð og lítið hjálpir um prædika verðu um bál og brand. Við árslok í fjør vóru 1455 sundurlisin fólk í Føroyum, býtt knappliga helvt u helvt millum mann og kvinnu. Onkur er rýmdur av landinum ella komin heim orsakað av hjunarskilnaði. Leita vit aftur til 1977, so vóru 437 sundurlisin fólk í Føroyum. Hetta talið er trýfaldað seinastu 20 árini

Antin livir maðurin eitt sindur vandamiklari enn kvinnan, ella er hann raskari at gifta seg uppaftur. Við árslok funnust 2482 einkjufólk í Føroyum. Her av 454 menn og 2028 kvinnur. 4,5 prosent av øllum føroyingur eru einkjur. Føroyingar drekka ikki meira eftir at vit hava havt fría rúsdrekkasølu nú í sjey ár. Stór stúranin hjá teimum ivandi, tá lógin varð broytt verður gjørd til skammar av hagtølunum frá Hagstovuni.

Rúsdrekkanýtslan er nevniliga lækkandi. Í 1991, tá føroyingurin var heilt óspiltur av fríari rúsdrekkasølu varð drukkið umroknað til reint alkohol 6.7 litrar av reinum alkoholi pr. fólk yvir 15 ár. Aftan á at vit høvdu fingið rúsdrekkasøluna í 1992 lækkaði rúsdrekkanýtslan pr. fólk í fleiri ár og ikki fyrr enn í 1995 kundu vit síggja eina hækking. Tá varð drukkið 7,2 litrar av reinum alkoholi pr. fólk. Hetta talið lækkaði so aftur í 1997 niður á 7.0 litur pr. fólk yvir 15 ár. Í fjør var nýtslan 7.0 litur pr. fólk yvir 15 ár.

Føroyingar nýtast heldur ikki at skammast í mun til okkara grannalond, tá tað snýr seg um rúsdrekkanýtsu. Vit liggja væl fyri røttu megin. Danir eru munandi meira váttligir. Her var í fjør drukkið 12 litur av reinum alkoholi pr. fólk yvir 15 ár. Í Grønlandi uppaftur meira, 13.2 litur. Noreg og Ísland hava lægri tøl 4,6 litrar pr. fólk. Vælvitandi keldur vilja vera við, at norsku tølini ikki eru álítandi, tí í Noregi er rúsdrekka so dýrt, at fólk ikki hava ráð at keypa. Har verður tí størsta nøgdin av rúsdrekkanum heimabrent og hesin parturin finnst enn ikki í almennu hagtølunum.