Fuglar
Tveir næmingar á Náttúruvísindadeildini, sum stremba eftir eini lívfrøðisútbúgving á Fróðskaparsetrinum, royna sum lið í eini bachelor-uppgávu at kanna ymiska vitan um føroyska gráspurvin. Tey heita tí á fólk, sum vita okkurt um gráspurvin at siga, um at venda sær til Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, tlf. 352550 ella við at senda ein e-post til EydfinnM@Setur.fo
Uppgávan hjá næmingunum ber heitið ?Útbreiðsla og tal av gráspurvum í Føroyum sæð frá einum metapopulatións sjónarmiði?.
- Ein partur av hesi uppgávu er at gera eitt kort sum lýsir, nær gráspurvurin er komin til tær ymisku bygdirnar í Føroyum.
Fyrst til Suðuroyar
Út frá skrivligum keldum, vita næmingarnir at siga, at gráspurvurin kom fyrst til Suðuroyar. Hetta var stutt fyri ella undir seinna heimsbardaga. Nøkur ár seinni var fuglurin eisini at finna á øðrum støðum í Føroyum, eitt nú í Havn, Klaksvík, Fuglafirði, Svínoy og í Norðragøtu.
- Við at leita í ymiskum skrivligum keldum og við at tosa við fólk, vita vit eisini, hvat ár ? ella nær á leið ? gráspurvurin er komin til aðrar bygdir í Føroyum.
Kortið, sum næmingarnir hava teknað, vísir, at tað eisini eru bygdir í Føroyum, sum teir lítið ella einki vita um, og serliga eru fáar upplýsingar um bygdirnar í Eysturoynni. Men allar oyggjarnar hava sjálvsagt stóran áhuga.
- So, veitst tú, nær gráspurvurin er komin til onkra av bygdunum, vilja vit fegin frætta, siga næmingarnir og leggja aftrat, at ikki er neyðugt, at tú nágreiniliga veitst, hvat ár spurvurin er komin til bygdina. Upplýsingar um, at hann er komin fyri ella eftir eitt ávíst tíðarskeið, eru eisini virðismiklir.
Merktir spurvar
Næmingarnir vilja hava at vita, um tað eru ár, har eingir gráspurvar hava verið ? og eisini, um tað eru ár, har serliga nógvur gráspurvur var.
- Vit hava merkt gráspurvar í Havn við litringum um beinini. Sært tú onkran av hesum, høvdu vit verið fegin, um tit skrivaðu litirnar á eitt pappír og søgdu okkum frá.
Næmingarnir, sum arbeiða við og skriva uppgávuna um gráspurvin í Føroyum, eru Laura Mary Joensen og Kirstin Eliasen. Lærarafólkini eru Eyðfinn Magnussen og Sven A. Bengtson.