Nú pellar Høgni aftur!

Tað er eingin, ið nýtist at fremja karaktermorð á Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen. Málið um Signar á Brúnni og ein bandupptakari á Sosialinum hava til fulnar avdúkað muruna í hesum báðum garpunum.

Thomas Arabo hevur ikki lagt øll Tjóðveldisfólk undir at lúgva, og er tað sostatt ósatt, tá Høgni sigur hetta. Onkur í Tjóðveldisflokkinum hevur logið fyri Signar á Brúnni, og hevur Torbjørn Jacobsen logið alment. Eg spurdi í mínari grein, um ?lygnin var góðkent amboð hjá útvaldum tjóðveldismonnum?. Nær útvald er blivið til øll veit eg ikki, men tað er í besta fall citatfusk hjá Høgna Hoydal. Tjóðveldisfólk munnu verða heiðursfólk, sum fólk flest nú einaferð eru í hesum landinum.
Annars er nokkso skemtiligt at síggja, at Høgni Hoydal kritiserar Sambandsflokkin fyri at taka setningar burturúr samanhangi. Tað má vera sum við sótpottinum, ið ákærdi ketilin fyri at vera svartan.