Nær sleppur hevndarhugurin Jørgen Niclasen?

Dagblaðið er ikki eitt blað, sum vanliga er so høgt í metum millum manna - tíbetur.
Eitt er Dagblaðið, sum er kent fyri persónsútspillingar og persónsforfylgingar gjøgnum tíðina, eitt annað er, hvat tingfólk Fólkafloksins føra fram, skuldi ein trúð - men so er helst ikki.
Á forsíðu í Dagblaðnum skírir Jørgen Niclasen forman tjóðveldisfloksins at vera óseriøsan. Grundgevingin er, at Høgni Hoydal hevur ført fram, at fyrireikingararbeiðið fyri yvirtøku av løgregluni og rættarskipanini er liðugt og kann standa sína politisku roynd.
At fyrireikingarnar eru um at verða lidnar er besta grundgevingin fyri á tí høga støði, politiski seriøsiteturin hjá Høgna Hoydal liggur - so er tað fingið upp á pláss.

Samgongusamráðingarnar
Vit minnast øll samgongusamráðingarnar - hvussu Fólkaflokkurin gekk og samráddist í loyndum uttan um Tjóðveldisflokkin, hóast Tjóðveldisflokkurin var grundarsteinurin undir samráðingarintiativinum hjá Fólkaflokkinum og Anfinn Kallsberg.
Vit minnast eisini, hvussu Fólkaflokkurin so nakkalangur mátti seta seg við samráðingarborið, eftir at Tjóðveldisflokkurin hevði gjørt greitt, at stuðulin til sitandi løgmann bleiv tikin aftur um so var, at Fólkaflokkurin framhaldandi royndi aðrar møguleikar enn tann, vit kenna í dag - tað var seriøsiteturin hjá Fólkaflokkinum undir samgongusamráðingunum!!!

Hvør heldur gjørdar avtalur???
Tá Jørgen Niclasen er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, so vita bæði hann og fleiri við honum, at best er at tosa sum minst um, hvørjar avtalur eru hildnar og ikki. Fólkaflokkurin er helst tann flokkur, sum hevur brotið sítt egna samgonguskjal so ofta, at tað er vorin gerandiskostur. Hvør breyt allar avtalur um fólkaatkvøðuna??? Hvør var klárur at farið inn og stuðlað fiskivinnuni við almennum pengum??? Hvør var klárur at stuðla einum sambandsuppskoti við almennum pengum til eina skúla bygging??? - soleiðis kundi eg hildið fram. Jørgen Niclasen eftirlýsir sparingum - hvat við omanfyrinevndum dømum?? - er tað tekin upp á sparihegni, nei eg spyrji bara.
Veruleikin er tann, at Fólkaflokkuin hevur so góðan hug at seta á og oyðsla við almennum pengum, at vit høvdu endað so nakkalong í einari kreppu, um Tjóðveldisflokkurin ikki hevði hildið eftir - við Karsten Hansen á odda. Hetta veit Jørgen Niclasen, men kortini vil hann leggja Tjóðveldisflokkin undir at fella sparingar - øll vita, at Tjóðveldisflokkurin er vissan fyri, at alt ikki verður futtað av fyri síðan at sleppa at nýta danskar pengar. Jørgen Niclasen veit eisini, at tað er fullur samanhangur millum búskapar- og loysingarpolitikk Tjóðveldisfloksins.

Við hevndarhuga gerst einki
Tá Jørgen Niclasen nýtir eitthvørt høvi at leggja eftir Tjóðveldisflokkinum, ting- og landsstýrðismanning floksins, so er tað ein beinleiðis avleiðing av, at hann mátti leggja frá sær. Hetta er eftirhondini vorðin almenn vitan. Hóast maðurin fekk at vita, at Tjóðveldisflokkurin fór at taka undir við einum missálti - langt áðrenn píniliga einflokssjónleikin hjá Fólkaflokkinum í Tinginum.
Jørgen Niclasen er kendur fyri at verða ein sambandsmaður í Fólkaflokkinum saman við m. ø Bjarna Djurholm og Óla Breckmann, men maðurin má sleppa hevndarhuginum og gera tað arbeiðið, sum er litið honum til frá veljaranum. Jørgen Niclasen kann ikki áhaldandi gera Føroya Løgting til ein klandursgarð, sum hann royndi henda dagin, tá hann legði frá sær.
Fólkaflokkurin má taka í egnan barm - og fáa Jørgen Niclasen til arbeiðis, ella er betur hann verður verðandi í Sørvági, tí við hevndarhuga gerst einki.
Hann kundi passandi nýtt Tjóðveldisflokkin sum fyrimynd: hóast løgmaður við einari tannleysari grundgeving sum løgmansstjórin hevði skrivað koyrdi Annlis Bjarkhamar frá, so arbeiðir Tjóðveldisflokkurin eftir gjørdum avtalum til frama fyri Føroya land og tí fólkið sum her býr, tí í hjørtum okkara býr frælsið!!!!