Nú restar lítið í hjá kyndilskvinnum

Hvonndeildin: Eftir kvøldsins sigur kann Kyndil tryggja sær finaluplássið í komandi dysti

Ein dystur er spældur í Hvonndeildini fyrr í kvøld. Í høllini á Hálsi tóku kyndilskvinnur, ið sunnudagin taptu ímóti neistakvinnum, ímóti VÍF. Talan var um dyst ímillum nummar tvey og nummar fýra í bestu kvinnudeildini.

 

Kyndil var greiður favorittur til dystin, og tað vóru eisini tær grønu, ið skavaðu sær tvey stig afturat til savningina. Grundarlagið til sigurin varð lagt í fyrra hálvleiki, har kyndilskvinnur fóru til hálvleiks á odda 15-10. Í seinna hálvleiki gekst betur hjá vestmenningum, men Kyndil vann kortini við trimum málum - 25-22.

 

Úrslitið merkir, at Kyndil nú bara manglar ein sigur afturat fyri at hava tryggjað sær matematiska luttøku til FM-finalurnar ímóti Neistanum, sum hava verið í væntu alt kappingarárið. Komandi dysturin hjá kyndilskvinnum er sunnudagin ímóti VB, sum er einasta liðið, ið hevur ein matematiskan møguleika at stjala finaluplássið frá kyndilskvinnum.

 

Málskjúttarnir frá kvøldsins dysti í Hvonndeildini standa niðanfyri:

 

Kyndil-VÍF 25-22 (15-10)

 

Kyndil: Turið Arge 7, Bjarta O. Johansen 6, Súna Krossteig Hansen 4, Anna Brimnes 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Bára Krossteig Hansen 2 og Birita Mortansdóttir 1.

 

VÍF: Agnas Olsen 6, Liljan Djurhuus 5, Daniella Joensen 4, Heidi Maria Akselsen 2, Ema Bezanovic 2, Brynja Rógvadóttir 1, Lív Ingdorsdóttir 1 og Randi Virgarsdóttir 1.