Landsstýrið fer í dag at leggja fram sítt uppskot um fiskivinnunýskipanina.
Tað er kl. 14, at uppskotið verður lagt fram.
Landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, var í eina tíð í samráðingum við Sambandsflokkin um eina nýskipan. Miðflokkurin, Sjálvstýri og Fólkaflokkurin vórðu ikki partur av samráðingunum.
Tað gjørdist skjótt greitt, at trætan um útlútan av loyvum og hvør háttur skuldi nýtast, ikki fór at loysast. Í tólvta tíma slitnaðu samráðingarnar eisini og nú leggur samgongan so sjálvt eitt uppskot fram.
Sambandsflokkurin leggur sítt egna uppskot fram, umframt at Fólkaflokkurin eisini hevur lagt tvey uppskot fram, eitt um eina nýskipan og eitt um eina skipan, ið kann nýtast, um eingin semja fæst um eina nýskipan.