Nú skulu menninir royna seg

Kvinnulandsliðið er júst afturkomið úr EM-undankapping í Luksemburg, har tær gjørdust júst ov stuttar til at spæla seg víðari. Í dag fer so manslandsliðið avstað, somuleiðis til Luksemburg. Føroyar eru í bólki saman við Írlandi, Luksemburg, Norðurírlandi og Skottlandi. Fyrsti dysturin verður fríggjadagin ímóti Írlandi, leygardagin møta teir bæði Luksemburg og Norðurírlandi, meðan seinasti dysturin verður sunnudagin ímóti Skottlandi.

 

Venjari hjá føroyska manslandsliðnum er Romica Øster, sum hevur Suna Hansen afturat sær sum hjálparvenjara. Teir hava úttikið hesar leikarar at umboða Føroyar í EM-undankappingini:

 

Rasmus Mortensen Potts, TB

Fróði Bærentsen, TB

Ólavur Jensen, SÍ

Jón Joensen, SÍ

Bogi Midjord, Fleyr

Suni Juul Pedersen, Fleyr

Bjarni Larsen, ÍF

Thorvald Danielsen, Mjølnir

Jón Syderbø, Mjølnir

Trygvi Hansen, Mjølnir

Jóhan Petur á Stongum, Aalborg Volley

Gunnar Olsen Jørgensen, Aalborg Volley