Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin
--------
Undirritaða setti landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsten Hansen, skrivligan fyrispurning 29. januar 2014, har spurt var um, hvørjar funksjónir skuldu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hvussu við endurvenjingini? Um landsstýrismaðurin ætlaði, at urologiin, ortopædiin og medisinska viðgerðin skuldu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Síðst, men ikki minst, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at skipa føroyska heilsuverkið framyvir.
Soleiðis svarar Karstin
Á Tingfundi fríggjadagin 4. apríl svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Tað er rætt, at tað í eini grein í Norðlýsinum varð nevnt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum fer frá í summar ella í heyst. Í hesum sambandi kennir landsstýrismaðurin ikki til, at tað er tikin nøkur endalig niðurstøða til nær landsstýrismaðurin fer frá, og tí ávirkar hetta ikki tað arbeiðið sum í løtuni verður framt á heilsuøkinum.
Í sjúkrahúslógini er ásett, at sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Eisini er ásett, at tað við hvørt av sjúkrahúsunum verður í minsta lagi sett eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvirlæknastarv. Landsstýrismaðurin hevur ongar ætlanir um at broyta hesi viðurskifti og tí verður medisinsk og kirurgisk viðgerð framhaldandi bjóða á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Innan kirurgiska økið er tað serliga innan ortopediska økið, at sjúkrahúsið hevur verið undangongusjúkrahús. Talan er um eitt øki, sum okkara grannalond í stóran mun leggja út á smærri sjúkrahús og tí heldur landsstýrismaðurin, at tað er natúrligt at hetta virksemi, sum hevur verið seinastu 40 árini á sjúkrahúsinum, heldur áfram í Klaksvík.
Urologiin
Tá ið tað viðvíkur urologi, so er tað komið eitt tilmæli frá stýrisbólkinum fyri krabbameinsøkið um at fara undir eina royndarverkætlan á sjúkrahúsøkinum. Serlæknin í urologi, sum arbeiðir sum konsulentur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, situr í stýrisbólkinum og hevur havt ein sentralan leiklut í arbeiðinum at orða tilmælið. Hendan skipan byggir á eina tvørgangandi skipan, ið verður samskipað millum sjúkrahúsini, har allir sjúklingar í Føroyum við urologiskari onkologi (krabbamein) verða ávístir til viðgerð umvegis ein ábyrgdarhavandi yvirlækna. Hetta fyri at tryggja eina so javna góðsku sum gjørligt og fyri at økja um tryggleikan hjá sjúklingunum. Ein tílík skipan vil tryggja at tað framhaldandi verður urologiskt virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Arbeitt hevur verið við at greina nærri, hvussu ein tílík skipan kann setast í verk. Landsstýrismaðurin ætlar, at skipanin verður sett í verk í næstum. Royndirnar frá hesi skipan skulu eftir ætlan nýtast til at seta líknandi skipanir í verk innan onnur serlæknaøkir, soleiðis at virksemi í nógv størri mun verður samskipað millum sjúkrahúsini og tryggjar eitt støðugt virksemi á øllum sjúkrahúsunum.
Endurvenjing
Landsstýrismaðurin metir, at tann parturin sum viðvíkur endurvenjing, er natúrligur at hava á einum sjúkrahúsi. Endurvenjing er ein týdningarmikil partur av heilsunýskipanini og í løtuni verður arbeitt við eini lóg á økinum. Landsstýrismaðurin hevur als onga ætlan um at niðurlaga endurvenjing í sjúkrahúsverkinum – heldur tvørturímóti – og hetta verður eisini galdandi fyri Klaksvíkar sjúkrahús.
Serlæknaætlan
Sum kunnugt legði landsstýrismaðurin eina heilsunýskipan til aðalorðaskiftis í november, sum setur serligt fokus á at seta í verk fyribyrgjandi átøk og at styrkja primera geiran. Í fyrsta hálvári 2014 er raðfest, at seta serligt fokus á at fremja tey átøk, sum eru umrødd í heilsunýskipanini, umframt onnur fyribyrgjandi tiltøk. Samstundis er eisini skjøtul settur á arbeiðið at umskipa serlæknavirksemið í Føroyum, m.a. við tilmælinum um urologi. Ætlanin er, at arbeiðið at gera eina serlæknaætlan fyri Føroyar fær eina enn hægri raðfesting seinna hálvár.
Nú skal okkurt henda
Eg haldi, at tíðin er komin, har Karsten Hansen, landsstýrismaður sker í gjøgnum. At hann sigur, hvørjar funktiónir skulu vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi. At hann sigur, hvussu endurvenjingin skal skipast o.s.fr.
Sostatt vil eg heita á landsstýrismannin at skera í gjøgnum, so núverandi funktiónir framhaldandi verða varðveittar og enntá styrktar á Klaksvíkar sjúkrahúsi.