Næstan 100 føroyingar eru í sóttarhaldi

– Vit skulu gera smittuavsporan og seta fólk í sóttarhald. So vit hava sera nógv at gera í dag. Hetta er eitt ógvuliga stórt arbeiði, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni

Talið av føroyskum corona-tilburðum er vaksið sera skjótt, og nú hava tilsamans níggju føroyingar fingið staðfest covid-19.

Fleiri royndir vórðu gjørdar í gjár, og seks av royndunum eru higartil positivar. Men svar er ikki komið uppá allar royndirnar enn, so talið av staðfestum tilburðum kann tí væntast at hækka. Tað eru í løtuni 27 persónar, sum ikki hava fingið svar, men svarið verður klárt seinni í dag. 

Myndugleikarnir hava tí sera nógv um oyruni í løtuni.

– Vit skulu gera smittuavsporan og seta fólk í sóttarhald. So vit hava sera nógv at gera í dag. Hetta er eitt ógvuliga stórt arbeiði, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Um teir seks persónarnir, sum blivu staðfestir smittaðir í gjár, eru smittaðir í Føroyum ella uttanlands, veit landslæknin ikki heilt at siga enn, tí kanningararbeiðið ikki er heilt liðugt. 

Hvør corona-tilburður kostar í miðal 50 arbeiðstímar. 

– Higartil hava vit brúkt einar 50 arbeiðstímar uppá hvønn persón. Tað er tí, at vit skulu ringja til sera nógv fólk fyri at finna útav, um tey skulu í sóttarhald. Vit skulu finna útav, hvussu leingi fólk hava verið saman, og hvar tey hava verið. So hetta er eitt stórt detektivarbeiði, fortelur hann og leggur aftrar, at løgreglan hjálpir til við hesum.

Les eisini: Corona: Seks føroyingar afturat smittaðir

Talið av fólkum í sóttarhaldi er sera stórt í mun til fólkatalið í Føroyum.

– Færri enn 100 fólk eru í sóttarhaldi, men tað er í øllum førum næstan 100 nú. Øll eru í sóttarhaldi, og eingin er innlagdur, sigur landslæknin.

Hesi fólkini eru í sóttarhaldi heima hjá sær sjálvum ella í hølum, sum myndugleikarnir hava fingið til vega.

Royndir eru tiknir av 224 fólkum higartil, upplýsir landslæknin. Men hetta talið broytist so við og við, sum dagurin gongur.

Landslæknin veit ikki at siga, um tað verður arbeitt við nýggjum tiltøkum.