Næstan 700 børn luttóku í Summar Cup

Ein rúgva av børnum luttóku í árligu fótbóltskappingini, Intersport Summar Cup, farna vikuskiftið

Leygardagin skipaði B36 fyri árligu fótbóltskappingini fyri børn, Intersport Summar Cup. Tiltakið hevur verið ein brakandi succes seinastu árini, og soleiðis var eisini leygardagin, tá ið 97 lið og næstan 700 børn í ymsum aldursbólkunum tóku lut í kappingini, sum nú er vorðin fastur táttur av føroyska summarinum.

 

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, setti kappingina um fyrrapartin. Tilsamans blivu ikki færri enn 238 dystir spældir á ovara vølli, niðara vølli og á Tórsvølli.

 

- Fyriskipararnir eru sum heild nøgdir, men vita eisini, at nøkur viðurskifti skulu betrast komandi ár. Vit gleðast um, at kappingin er blivin ein fastur partur av føroyska summarinum, sigur Andrass Thomsen frá B36, ið var ein av fyriskiparunum.

 

Ein hópur av myndum frá kappingini eru at finna á Facebook-síðuni hjá Intersport Summar Cup.

 

Niðanfyri sæst listin yvir, hvørji lið vunnu í ymsu aldursbólkunum:

 

U6: EB/Streymur

 

U8 Gentur: B36 genturnar

 

U8 Dreingir: Gullið hjá HB

 

U10 Gentur: Giza Hoyvík

 

U10 Dreingir: Dreingirnir á Eysturvølli

 

U12 Gentur: SB

 

U12 Dreingir: Hvítir

 

U14 Gentur: HB36

 

U14 Dreingir: FS Vágar