Tað er heilt stutt millum umførini í bestu fótbóltsdeildini.
Fríggjakvøldið og leygardagin var sjeynda umfar, og í kvøld og mikukvøldið verður áttanda umfar.
Talan er um uppgerðir millum tey liðini, sum kappast í toppinum, og talan er um uppgerðir millum tey liðini, sum kappast í botninum.
Í kvøld fara B36 og NSÍ at kappast um, hvat av hesum báðum liðunum skal vera styttst frá toppliðnum HB, og á Argjum fara AB og EB/Streymur í innanhýsis kapping at gera av, hvussu langt tað skal vera niður til botnin.
Mikukvøldið fara Víkingur og ÍF at kappast um, hvat av grannaliðunum skal vera fremri eftir átta umfør. Víkingur hevur 11, og ÍF hevur 10 stig.
Mikukvøldið fara Skála og TB at kappast um at sleppa undan aftasta plássi.
Og mikukvøldið fara klaksvíkingar suður í Gundadal við tí setningi at klípa av fjarstøðuni fram til HB, sum framvegis hevur fult stigatal.
Í kvøld
B36 – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00
AB – EB/Streymur: Aron Sofus Vest kl. 18.00
Mikukvøldið
Víkingur – ÍF: Bjarki Danielsen kl. 19.00
Skála – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00
HB – KÍ: Alex Troleis kl. 19.00
HB | 7 | 7 | 0 | 0 | 20 | 3 | 21 |
NSÍ | 7 | 5 | 1 | 1 | 19 | 3 | 16 |
KÍ | 7 | 5 | 1 | 1 | 20 | 6 | 16 |
B36 | 7 | 5 | 0 | 2 | 22 | 12 | 15 |
Víkingur | 7 | 3 | 2 | 2 | 11 | 11 | 11 |
ÍF | 7 | 3 | 1 | 3 | 11 | 16 | 10 |
EB/Streymur | 7 | 2 | 0 | 5 | 5 | 13 | 6 |
TB | 7 | 0 | 2 | 5 | 3 | 11 | 2 |
AB | 7 | 0 | 2 | 5 | 3 | 22 | 2 |
Skála | 7 | 0 | 1 | 6 | 6 | 22 | 1 |