John William Joensen
Formaður í Norðoya Sambandsfelag
Nú vit í Degi og Viku sóu Føroya Náttúrugripasavn seta fylgisveinasendarar á fýra kópar, kundi eg hugsað mær, at vit eisini settu somu merkir á fýra politikarar
Tað er áhugavert at fylgja við, hvussu omanfyri nevndu kópar hava ferðast síðan teir vóru merktir fyrst í hesum mánaðinum. Teir ferðast sera víða - tí hetta stutta tíðarskeiði hava teir verið norðan fyri Viðoynna, eystan fyri Fugloynna, suður um Stóru Dímun og vestur um Mykjunes.
Aðrir skøltar
Tað sum fekk meg at tríva í pennin var, at hesir somu sendarar, sum vera límaðir niður á skøltin á kópunum – til støddar sum ein svávulpinnaeskja – høvdu óivað kunnað verið brúktir til eina aðra - minst líka áhugva verda kanning.
Við at fest teir á skallan á fýra av harðmæltastu Føroyar-sum-eitt-valdømi-politikarum, høvdu føroyingar fingið týðandi vitan um, hvar hesir búleikast, og hvussu víðja teir ferðast her á landi.
Fremstu kandidatarnir til at fingið sendara høvdu óivað verið Edmund Joensen, Finnur Helmsdal, Kári P. Højgaard, Poul Michelsen, John Johannessen, Lisbeth L. Petersen, Óli Breckmann og Anita á Fríðriksmørk. Aðrir kanditatar eru eisini, og eg fari beinanvegin at biðja um umbering, um eg havi gloymt onkran, men hetta eru teir sum í skrivandi løtu fella mær í huga.
Zakarias Wang um Gerrymandering
Í sambandi við viðgerina av uppskotinum hjá Sjálvsstýrisflokkinum, sum fall, skrivaði Zakarias Wang hetta um tey sum vilja broyta vallógir.
”Tað er ikki óvanligt, at tey, ið vald hava til at broyta vallógir, royna at smíða tær til egnan fyrimun. Ein av teimum monnum, sum skrivaðu undir frælsisyvirlýsingina hjá USA í 1776, gjørdist seinni guvernørur í Massachusetts. Hann bar ótta fyri, at hann ikki varð afturvaldur, og fyri at betra um møguleikarnar broytti hann í 1812 mark millum valdømini. Hann æt Elbridge Gerry, og at broyta valdømini til egnan fyrimun hevur síðan á enskum máli verið kallað gerrymandering. Henda mannagongd er framvegis kend í USA, og nú hevur Schwarzenegger guvernørur í California skotið upp, at markini millum valdømini skulu ásetast av dómarum og ikki av nøkrum av teimum fólkavaldu. Hetta verður longu gjørt í nøkrum av teimum amerikonsku deilstatunum.”
Um motivini hjá Føroyar-sum-eitt-valdømi politikarunum eru sum tey hjá guvenørinum í Massachusetts, skal eg sjálvandi ikki døma um, men tað er eingin ivi um, at verður Føroyar eitt valdømi, fara vit at síggja eina munandi lækking í valluttøkuni - sum í Føroyum er sjálvsama høg, samanborin við onnur lond.
Tá Føroyar verða eitt valdømi fara tey, sum eru næst politiska systeminum, at hava bestu møguleikarnar, og tí verður Suðurstreymur avgerandi fyri, hvør tað er sum stillar upp, og hvørji verða vald.
Í dag arbeiða veljarafeløg kring alt landið við at reka fólk á val, og eingin ivi er um, at hetta grasrótararbeiðið doyr sama dag, sum Føroyar verða eitt valdømi.
Eg má siga sum er, at eg eri ógvuliga svartskygdur um føroysku politisku skipanina tann dag vit bert vera eitt valdømi.
At tingmannabýtið millum flokkarnar skal vera fremsta málið við eini tingskipan eri eg grundleggjandi ósamdur í.
Størri týdning hevur tað, at borgarin kring alt landið er umboðaður á tingið.