Nýtt fólkaheilsuráð valt

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur fyri stuttum útnevnt eitt nýtt Fólkaheilsuráð.

Landsstýrismaðurin útnevnir sjey limir í Fólkaheilsuráðið, og verða hesi vald fyri fýra ár í senn.

  • Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, heldur áfram sum formaður.
  • Súsanna Olsen, varastjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi, verður nýggj næstforkvinna.

Hini, ið eru vald í Fólkaheilsuráðið, eru:

  • Unnur S. Fonn, lærari á Skúlatrøð
  • Hallur Thomsen, viðskiftastjóri á Almannaverkinum
  • Katrina L. Holm, sálarfrøðingur
  • Katrin Danielsen, kommunulækni
  • Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur

Uppgávurnar hjá Fólkaheilsuráðnum eru m.a. at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk og at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk og framd.