Nýtt ókeypis blað

Mánadagin verður eitt nýtt ó­keypis blað borið í hvørt hús í landinum.

Tað er Sosialurin, sum gev­ur hetta nýggja blaðið út - nevnt Mánaðarblaðið.
Enda­málið er sjálvandi at røkka út til hvørt húski land­i­num í minsta lagi eina ferð um mánaðin.
Talan er um eitt blað, sum um­framt lýsingar- og kunn­­ing­­a­r­tilfar eisini hevur heimlig og útlendsk smá­tíðindi. Tosað verður við kend­ar før­oy­ing­ar, har eru tips um nýggj­ar bøk­ur, fløg­ur og film­ar, leið­bein­ing­ar um vín til matin og høvið, har til­far um móta, um bilar og um fyr­i­tøk­ur.
Við mánaðarblaðnum hev­ur Miðl­a­hús­ið í Vágs­botni enn ein miðlapall til sítt virksemi. Nú hevur Miðl­a­hús­ið dagblaðið Sos­­­ialin, Rás2, tíð­indini á Portalinum og eitt ókeypis blað í hvørt hús.
- Hetta er fyri at kunna nøkta allan tørv hjá lýsarum og lesarum, sigur Eirikur Lind­en­skov, blaðstjóri á Sos­i­al­i­num.