Í hesum døgum verður ljós kastað á støðuna viðvíkjandi vantandi røktarheimsplássum serliga í Tórshavnar kommunu, og tað av góðum grundum, tí akutti tørvurin sigst vera á umleið hundrað nýggjum plássum.
Síðani Lágargarður var tikin í brúk í 1987, hevur kommunan útvegað fleiri pláss, mest í samband við yvirtøkuna av Marinustøðini og við byggingini av heiminum fyri minnisveik, men ásannast má, at tað hevur munað alt ov lítið higartil.
Gaman í hevur tann ivingarsama støðan, sum hevur valdað, tá ið talan hevur verið um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, verið ørkymlandi, men nú er støðan greið: kommunurnar vita vita nú, at tað eru tær, sum hava ábyrgdina av at byggja røktarheim. Frá landinum fáa tær 800.000 kr. í studningsláni fyri hvørt búfólkið, og teir pengarnar útvegar landið so hvørt, hevur landsstýriskonan í almannamálum veitt trygd fyri. Raksturin ber landið 100 %. So tað er sostatt bara at fara í gongd.
Men støðan í dag er heilt serstaka akutt, og tí leitar kommunan eftir onkrum húsum, sum eru so mikið stór, at tað verður ein munandi hjálp í tí. Enn hevur einki verið at hoyrt um nakra loysn á málinum, og tá ið hugsað verður um, hvat ein slík neyðloysn við neyðugum umbyggingum fer at kosta, so verður minni munurin á at byggja nýtt. Og slíkar neyðloysnir vita vit av royndum eru nærum altíð ónøktandi sum frá líður.
Røktarheimið Mørkin í Streymnesi er tað seinasta, ið bygt er, og tað hevur roynst stak væl. Tað var skjótt at byggja, og prísurin var sámuligur.
Hugskot til Heðin Mortensen.
Hvat við at taka samráðingar upp við arkitektin og Sunda kommunu um at sleppa at brúka somu tekningarnar til at byggja eitt ella tvey slík røktarheim í Havn. Tað hevði spart bæði eitt og tvey ár í fyrireikingum. Farið kundi verið í gongd beinan vegin, og heimið kundi verið tikið í brúk eftir minni enn tveimum árum. Við at gagnnýta ein so upplagdan møguleika hevði Tórshavnar kommuna fingið eina dygdargóða og varandi loysn á akuttu støðuni, sum allir borgarar í kommununi høvdu tikið undir við av fullum huga, og byggiprísurin hevði ligið væl innan fyri tað, sum kommunan er før fyri.
PS. Hevði kommunan lænt Herluf Joensen eina gravkúgv, so hevði hann grivið eisini hetta (hesi) grundstykkið út eftir fáum vikum ?