Tíðindaskriv
Samskip
Samskip hava sett eitt skip afturat Skaftafelli at røkja rutuna millum Ísland, Føroyar og europeiska meginlandið. Frá og við næsta mánaði fer felagið at steðga eina ferð um vikuna í Klaksvík, í staðin fyri aðru hvørja frammanundan. Við hesum kann felagið bjóða føroyskum útflytarum uppaftur betri tænastu til flutning av feskfiski til bretska marknaðin.
Nýggja skipið, ið hevur fingið navnið Akrafell, hevur kapasitet upp á stívliga 5.100 tons av farmi. Tað varð smíðað í Rumenia og Týsklandi í 1997. Tað kann flyta 435 bingjueindir, ferðin er 14 fjórðingar og manningin telur 13 mans.
Við Akrafelli broytir Samskip fráferðina á rutuni. Skipini steðga í Klaksvík mánadagar frá og við 5. juli ístaðin fyri hósdagar. Tey verða í Immingham í Bretlandi mikukvøld ístaðin fyri leygardagar, og í Rotterdam hóskvøld ístaðin fyri sunnudagar.
- Við hesum broytingum hækka vit munandi okkara tænastustøðið, sigur Hinrik Bjarnason, deildarleiðari á útflutningsdeildini hjá Samskip.
- Hetta fer at geva útflytarum av feskfiski í Føroyum nógv størri møguleikar, tí fiskurin verður klárur at útflýggja hósdagar í Onglandi. Áður kom hann á marknaðin har annan hvønn mánamorgun, sigur Hinrik.
Samskip byrjaðu rutusiglingina frá Klaksvík í byrjan av april í ár og undirtøkan hevur verið stak góð.