Nú vendi alt øðrvísi

Gøtumenn skoraðu beinanvegin tvey mál, og Skála vann seg ongantíð eftir tann skelkin. Heldur ikki, tá ið gestirnir síðstu løtuna vóru yvirmannaðir eydnaðist teimum at koma afturíaftur

LØGMANSSTEYPIÐ

GÍ er botnlið í bestu deildini, og Skála, sum er á heiðursmerjaplássið, fór sunnudagin úr Gøtu við 3-2 sigri. Hósdagin segði GÍ takk fyri seinast. Teir vunnu 3-1 í fjórðingsfinaluni, og harvið var møguleikin fyri fyrstu hálvfinaluni nakrantíð fokin hjá skálamonnum.
Fyritreytirnar hjá GÍ vóru ikki batnaðar. Veteranurin á miðvøllinum, Sámal Joensen, var skaddur, og 17 ára gamli Sam Jacobsen loysti hann av. Men ungi maðurin megnaði saman við einum øðrum ungum manni, Símun Louis Jacobsen, at arbeiða so mikið hart og væl, at Skála miðvøllurin, sum fleiri ferðir áður hevur víst, at hann er rættuliga stinnur, ikki fekk tað yvirtakið, sum kundi bera sigur við sær.
- Eg eri ógvuliga fegin. Í undanfarnu uppgerðunum og aftur sunnudagin í landskappingini ímóti Skála gjørdu okkara menn persónlig mistøk, sum kostaðu sigurin. Hesa ferð vóru eingi persónlig mistøk, og so høvdu vit yvirskotið, sum skal til fyri at vinna. Vónandi fer hetta at síggjast aftur í landskappingardystunum, sigur GÍ venjarin Krzystof Popczynski.
Fyritreytirnar gjørdust beinanvegin øðrvísi, enn tær vóru í landskappingardystinum sunnudagin. Súni Olsen setti hol á við góðum frísparki, og vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, sum gerst alt týdningarmiklari liður á GÍ liðnum, økti til 2-0, tá ið hann sendi fríspark úr høgru í málið. Skála málverjin átti at havt vart fyri í hvussu so er øðrum málinum.
So var talan um mótbrekku hjá Skála, sum ongantíð megnaði at fáa skjótt spæl við nógvum flytingum í lag. Ofta vórðu langar sendingar sparkaðar í GÍ brotsteigin, og tað kom væl við hjá stóru miðverjunum. At GÍ royndi at leggja press á frammarlaga á vøllinum tóktist ikki at koma væl við hjá Skála.
Tá ið 2. hálvleikur var eitt korter gamalur kom spenningur. Jónhard Frederiksberg smekkaði innfyri GÍ málið, har pólverski Robert var so óheppin at stýra bóltinum í málið aftanfyri landsmannin og liðfelagan í GÍ málinum.
Men GÍ megnaði at svara aftur. Eitt korter reið um snarið. So tók GÍ venjarin søkina í egnar hendur. Popczynski sneiddi seg leysan og legði upp til Poul Arna Jacobsen, sum var komin á vøllin beinanvegin eftir steðgin, og hann setti við høvdinum bóltin í netið til 3-1.
Tá ið so Hans Pauli Petersen varð sendur av vøllinum fyri seinna gula kortið, royndi Skála síðsta korterið at koma fyri seg aftur, men hugflogið var ikki, sum tað ofta hevur verið, og gøtumenn komu væl undan.