Næmingar í Hoydølum hava tikið uppaftur tiltakið, at morgunferðslan til Havnar eftir høvuðsæðrini Hvítanesvegnum skal stegðast, tí at næmingarnir hava síðsta skúladag.
Soleiðis var fleiri ferðir fyri nøkrum árum síðani, til rektarin í Hoydølum tosaði við stórum stavum og hótti við, at næmingar, sum gjørdu slíkt, ikki sluppu til próvtøku.
Løgreglan stendur hvørja ferð sum kánus og fær einki gjørt.
Av politistøðini í morgun siga tey, at tey hava sent ein bil á staðið, men tað ger ongan mun, tí næmingarnir renna runt og órógva ferðsluna á øllum Hvítanesvegnu.
Summi halda, at hetta er í fínasta lagi, tí tað ger einki, at fólk verða órógvað ein slíkan stóran dag – sum tað eftir øllum at døma er, at nakrir næmingar í Hoydølum fara í skúla fyri síðstu ferð.
Men tað órógvar nógv fólk, sum ikki koma rættstundis til arbeiðis í morgun.
Og staðfestast má enn einaferð, at løgreglan megnar ikki at fáa næmingarnar av vegnum. Í løtuni standa hundraðtals bilar í stað og sleppa hvørki aftur ella fram.