Næmingar tíma væl at hava týskt

Eisini í Sankta Frans skúla hava næmingarnir týskt í 7. flokki; ikki sum eitt tilboð sum í Eysturskúlanum, men sum kravda lærugrein, skrivar Skúlablaðið.

 

Hetta er fyrsta árið, at næmingarnir í 7. flokki í Sankta Frans skúla í Havn hava týskt; royndirnar higartil eru sera góðar.

 

- Næmingunum dámar sera væl at hava týskt; tey tíma væl, eru opin fyri at læra eitt nýtt mál og ógviliga spent. Teir hava veruliga verið ágrýtnir og áhugaðir, sigur Aslaug Olsen, skúlastjóri.

 

Fyri at kunna hava týskt í 7. flokki eru ymiskar umskipanir gjørdar í tímatalvuni. Skúladagurin er styttur fyri allar flokkarnar, og saman við heimildini at kunna brúka fimm tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til eitt nú at menna vallærugreinaskipan letur tað upp fyri at royna ymiskt øðrvísi, skrivar Skúlablaðið á netinum.

 

- Týskt fer við nógvum tímum í hádeildini, so vit hava tikið ein tíma frá 8. og 9. flokki og flutt hann niður til 7. flokk og deilt tímarnar í týskum í hádeildini til tríggjar árgangir.

 

Øll greinin kann lesast á www.skulabladid.fo