Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár

- Betri ferðslutrygd kemur ikki av sær sjálvum, og tað er eingin, sum einsamallur røkkur málinum við 0-hugsjónini

 

Tann 19. januar er ein stórur dagur. Tá eru eru nevniliga júst 50 ár liðin, síðan Ráðið fyri Ferðslutrygd varð sett á stovn. 

 

- Hesi 50 árini er nógv hent á ferðslutrygdarøkinum. Nógvir batar í ferðslulógini. Tryggari vegir og bilar. Betri hugburður til ferðslutrygd og nógv færri skaðar í ferðsluni. 

 

Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd halda tey, at føðingardagsbarnið heldur sær væl.

 

- Navnið er óbroytt, og boðskapurin er hin sami. Við 0-hugsjónini sum stavnhaldi og boðskapinum um, at eingin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, eru vit komin sera langt hesa hálvu øldina.

 

Men framvegis er nógv at arbeiða fyri.

 

- Onkur ár er eingin deyður í føroysku ferðsluni – men enn henda syrgiligar vanlukkur. 

 

Víst verður á, at tað eru nógv færri skaðar í ferðsluni, men enn henda álvarsligir skaðar, og fólk fáa varandi mein.

 

- Í 2025 vóru 27 ferðsluvanlukkur við fólkaskaða á føroysku vegunum. Tvær teirra kravdu mannalív. Tað er ov nógv. 

 

Ymiskt er, hvussu arbeiðið og boðskapirnir hava verið miðlaðir hesi 50 árini. Hvør tíð hevur havt sín hátt at samskifta. Men RFF hevur altíð verið sjónligt og ein aktivur leikari í samfelagnum.

 

- Øll hava vit helst okkurt ávíst, sum vit seta í samband við Ráðið fyri Ferðslutrygd. Til dømis lyktakanningar, súkkluhjálmar, endurskin, Hvølvus, Ferðsluring barnanna, Selasáru ella kanska tónleikaútgávurnar. Hvør hevur ikki sungið við, tá ”Stýr tær” var í útvarpinum?

 

Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd siga tey, at føðingardagsynskið í 2026 er, at Skaðanevndin, sum skal kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur, kemur at virka. Og síðan at Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar verður dagførd.

 

- Betri ferðslutrygd kemur ikki av sær sjálvum, og tað er eingin, sum einsamallur røkkur málinum við 0-hugsjónini. Vit røkka málinum við miðvísum og samskipaðum átøkum. Og har eiga vit øll okkara lut - Ráðið fyri Ferðslutrygd er fyri okkum øll.

 

- Takk fyri hesi 50 árini. Vit gleða okkum til næstu 50. Føðingardagurin verður hildin seinni, siga tey í Ráðnum fyri Ferðslutrygd í tíðindaskrivi í kvøld.