Næmingar við stórari fráveru fáa ofta hjálp ov seint

Nýggj norsk gransking vísir, at næmingar við álvarsamari skúlafráveru ofta vilja ganga í skúla, men ikki megna tað. Hjálpin kemur í nógvum førum ikki, fyrr enn trupulleikin hevur ment seg í mánaðir ella ár.

Savnsmyd Sosialurin

Tað skrivar Skúlablaðið við tilvísing til forskning.no um eina doktararitgerð hjá Selinu Eckhoff Hamadi við Universitetið í Stavanger.

 

Hamadi hevur kannað, hvussu álvarsom skúlafrávera tekur seg upp og mennist, og hvussu skúlar og aðrar tænastur royna at hjálpa næmingunum.

 

Hon hevur tosað við tíggju ungfólk millum 12 og 22 ár, sum hava havt sera nógva skúlafráveru, og við 23 fakfólk frá barnagørðum til miðnám.

 

Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin ikki megnar at møta. Hjá nógvum byrjaði fráveran spakuliga og vaks so við tíðini.

 

Happing var ein týðandi orsøk. Ungfólkini nevndu eisini vánalig viðurskifti við lærarar og vantandi stuðul í skúlanum. Fleiri stríddust við angist og tunglyndi, meðan summi høvdu ADHD ella autismu, sum kundi gera skúladagin serliga krevjandi. Fleiri kendu seg eisini uttanfyri felagsskapin.

 

Hjálpin kemur ov seint

 

Ein týðandi niðurstøða í granskingini er, at skúlar ofta reagera ov seint.

 

Sambært Hamadi greiddu nógvir næmingar frá, at tað gekk sera long tíð, áðrenn skúlin tók fráveruna í álvara. Í summum førum vóru tiltøk ikki sett í verk, fyrr enn næmingurin hevði verið burtur í fleiri mánaðir ella enntá ár. Tá var munandi truplari at fáa næmingin aftur í skúlan.

 

Granskingin vísir eisini stóran mun á, hvussu skúlar – og enntá einstakir lærarar á sama skúla – handfara fráveru.

 

Tá hjálpin kom, var hon heldur ikki altíð hóskandi. Øll ungfólkini í kanningini høvdu fingið tilboð um undirvísing í bólkarúmi ella smærri bólkum. Tað fekk fleiri at møta oftari, men hevði samstundis við sær, at tey vórðu meira avbyrgd frá flokkinum. Hjá summum gjørdi hetta vegin aftur í vanligu skúlastovuna longri. 

 

Tryggir vaksnir gera mun

 

Ungfólkini vóru rættiliga samd um, hvat hevði hjálpt teimum mest: trygg sambond við vaksin, greiða vitan um, hvat skuldi henda hvønn dag, og smidligar loysnir, sum vóru lagaðar til teirra egnu støðu.

 

Hamadi heldur tí, at tað hevur stóran týdning at varnast trupulleikarnar tíðliga, áðrenn fráveran gerst so stór, at hon festir seg.

 

Granskingin vísir eisini á tørvin á betri samstarvi millum skúla, heim og tær tænastur, sum eru rundan um barnið. Næmingar og foreldur kunnu annars detta ímillum ymisk ábyrgdarøki og kenna seg einsamøll við trupulleikanum.

 

Kelda: Skúlablaðið/forskning.no

 

Savnsmyd Sosialurin