- Nakað av tí besta, vit hava spælt

Tað segði HB venjarin, Heðin Askham, eftir 5-2 sigurin á Lincoln FC í gjárkvøldið.

HB vann í gjárkvøldið 5-2 móti Lincoln FC á Tórsvølli. Hóast HB var undir trýsti eina løtu í seinna hálvleiki, var talan tó um eitt gott HB avrik og HB venjarin, Heðin Askham var eisini væl nøgdur við dystin.

 

-          -      Vit hava spælt nakað av tí besta, vit hava spælt í ár. Tað sóu vit serliga í fyrra hálvleiki. Vit komu eisini væl út til seinna hálvleik, men so brádliga koma teir inn í dystin og ta løtuna tykist liðið eitt sindur fjálturstungið. Sjálvt um vit eru undir trýsti, skapa vit tó allíkavæl møguleikar og tá vit fáa málið til 4-2, hava vit fult tamarhald á støðuni aftur.

 

HB skal í aðru rundu møta serbiska Partizan Beograd og tí uppgávuna gleðir HB venjarin, Heðin Askham seg til.

 

-         -      Eg eri spentur uppá uppgávuna í Beograd. Vit vita at teir spæla góðan, skjótan og tekniskan fótbólt. Men vit fara frískir inn til uppgávuna og ætla at gera okkara allarbesta.