Nakað verður bakað til jólar

- Tað seinasta verður bakað, meðan eg lurti eftir jólaheilsum frá útisetum, sigur Jóhanna Vang.

 

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær? 

 

- Mær dámar sera væl jólatíðina. Hetta er ein hugnalig tíð við jólastákan, pynti og góðum jólatónleiki.

 

Tað sigur Jóhanna Vang.

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati?

 

- Eg havi fastan sið at pynta 1. sunnudag í advent, men í ár bleiv tað eitt sindur fyrr. Tað er so hugnaligt við perum í hesi myrku tíðini.

 

Hon sigur, at nakað verður bakað til jólar, og tað seinasta verður bakað, meðan hon lurtar eftir jólaheilsum frá útisetum.

 

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús?

 

- Vit keypa nakrar jólagávur til tey nærmastu, og eg byrji at hugsa um gávurnar eftir summarfrítíðina. Nakrar eru gjørdar, og eg royni at gera sum mestar sjálv. 

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?

 

- Jólatíðin er hugnalig, sjálvt um tað er nógv res teir seinastu dagarnar. Mær dámar best at verða tíðliga við jólagávurnar, sigur Jóhanna Vang.