Eftir at hava ferðast í eitt hálvt ár, er Mars Insight endeliga lent á Mars. Mars Insight er ein borimaskina, sum NASA sendi av Jørðini fyri umleið seks mánaðum síðani og ætlnanin er at borða niður í jørðina á mars fyri at kannað hitalagið á Mars.
Á Youtube ber til at fylgja við beinleiðis meðan alt fer fram á NASA høvuðssætinum.
Alt sum vit síggja hendur 8 minuttir seinni, av tí at Mars er so langt burtur tekur tað longri tíð hjá okkum at síggja beinleiðis, so í veruleikanum er Mars Insight longu lendur á Mars hóast vit júst hava sæð tað.
- Alt vit læra um mars beint nú, er relevant fyri framtíðina hjá okkum, vit eru rættuliga sikkur í at tað er vatn á mars, uml 10km undir jørini har, sigur ein av starvsfólkunum á NASA. Nú fara vit at kannað menning av tøkni á mánanum, fyri síðan at kannað um sama tøknin kann brúkast á Mars. Soleiðis kunna vit uppá eitt tíðspunkt møguliga senda eitt menniskja út á Mars.