Natúrligt at flyta til Tvøroyrar

Landsstýrið er samt um at flyta Strandferðsluna til Tvøroyrar. Heðin Mortensen, Kaj Leo Johannesen og Høgni Hoydal taka undir við ætlanini. - Um eg skal siga tað heilt erligt, so er hetta ein natúrlig avleiðing av menningini her á landi. Eftir at tunlarnir eru komnir, fevnir virksemið hjá Strandferðsluni fyrst og fremst um Sandoynna og Suðuroynna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Kortini leggur hann dent á, at hann ikki jublar um, at kommunan missir arbeiðsplássini.

- Men Havnin skal nokk yvirliva, og ongin ivi er um, at hetta hevur stóran týdning fyri menningina av Tvøroyri og Suðuroynni, so tað fegnist eg sjálvsagt um, sigur Heðin Mortensen.

Kaj Leo Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin sigur við Sosialin, at prinsipielt er hann fyri at flyta almenn størv til útjaðaran.

- Trýstið á høvuðsstaðarøkið er so stórt, at tænastustøðið hjá kommununi fær ikki fylgt við. Og so er tað eisini natúrligt at leggja umsitingina av Strandferðsluna til Tvøroyar, ella kanska umborð á skipið, sigur Kaj Leo Johannesen.

Tjóðveldisflokkurin hevur fyrr lagt uppskot fram um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar. Sambært Høgna Hoydal, formann Tjóðveldisfloksins, hevur hetta málið leingi verið eitt hjartamál hjá flokkinum, og serliga Hergeir Nielsen hevur ofta talað fyri tí.

- Samgongan velur sjálvsagt at flyta Strandferðsluna, tí valið nærkast. Nú mugu teir finna okkurt at bjóða, skulu teir gera seg galdandi aftur, sigur Høgni Hoydal.