Nations League: Her er lutakastið hjá Føroyum

Manslandsliðið: Nú er greitt hvørjum Føroyar skulu spæla í móti í 2023

Føroyar eru í Nations League deild C og skulu komandi árið spæla móti Armenia, Norðurmakedónia og Lettlandi. Hetta er fystu ferð, at Føroyar møta Armenia.

 

Føroyar skulu spæla tveir venjingardystir í mars. Ein móti Liktenstein og ein móti Danmark. Í dag hevur Fótbóltssambandið eisini kunngjørt, at manslandsliðið skal spæla við í Baltic Cup, sum verður ein fýra-landa kapping. Føroyar spæla eina hálvfinalu móti Estlandi. Vinnararnir møtast og tapararnir møtas so seinni. Dystirnar verða í juni.