Nato-sinnað valevni liggur best fyri at vinna valið í Finnlandi

Komandi forsetin í Finnlandi skal millum annað skipa landsins leiklut í Nato

 

Alexandet Stubb og Pekka Haavisto eru valevnini í øðrum umfari av forsetavalinum í Finnlandi í dag. - Foto: Tom Little/Reuters

Mið-høgravalevni Alexander Stubb frá Savningarflokkinum er favorittur, tá finnar í dag fara á val í øðum valumfari av forsetavalinum í Finnlandi.

Valið vísir eina nýggja tíð fyri Finnland, sum í mong ár hevur valt forsetar, sum skuldu røkja diplomatiið serliga mótvegis grannalandinum Russland, og sum í mong ár valdi Nato frá fyri at linka spenningnum millum Russland og Nato.

Men finnar hava broytt hugsan eftir at Russland gjørdi innrás í Ukrain aí 2022, og apríl í fjør gjørdist landið limur í Nato.

Nú er Finnland undir trygdarskjólinum hjá vesturlendsku verjusamgonguni, og ein nýggjur forseti skal taka við eftir Sauli Niinistö, sum gevst eftir 12 ár í starvinum.

Í sínari tíð sum forseti hevur Sauli Niinistö fingið eyknevnið Putin-teskarin, tí hann áður hevði tøtt viðurskifti við russiska forsetan, Vladimir Putin.

Hann, ið tekur við eftir Sauli Niinistö fær ein stóran leiklut í at skilmarka leilutin hjá Finnlandi í Nato.

Forsetin í Finnlandi stendur á odda fyri landsins uttanríkis- og trygarpolitikki og er ovasti fyri verjudeildirnar.

Stubb hevur áður verið forsætisráðharri í Finnlandi og vann fyrra umfarið av forsetavalinum, sum var 28. januar, við 27,2 prosentum av atkvøðunum.

Á valinum í dag skal hann stríðast við Pekka Havisto frá Teimum Grønu, sum fekk 25,8 prosent av atkvøðunum í fyrra umfari.

Í seinastu veljarakanningunum er Stubb framman fyri Havisto við millum 6 og 8 prosentstigum.

Bæði valevnini eru fyri Evropa og stuðla Ukraina.

Í eini samrøðu við Reuters í síðsta mánaði segði Stubb, at tað ikki verður nakrar russiskur stuðul í finska uttanríkispolitikkinum, um tað verður til hansara at gera av.

– Politiskt fara eingi viðurskifti at vera við Russland ella forsetan ella við politisku leiðsluna í Russlandi, fyrr enn kríggið í Ukraina er steðgað.

Stubb er fyri sterkari Nato-samstarvi. hann vil loyva, at kjarnorkuvápn verða flutt gjøgnum Finnland og vil eisini lata Nato-deildir hava fasta støð í landinum.

Hann vil tó ikki hava kjarnorkuvápn í Finnlandi.

– Viðhvørt kann eitt kjarnorkuvápn verða vissa um frið, segði hann í einum kjaki týsdagin.

Haavisto, fyrrverandi uttanríkisráðharri, mælir til eina meira friðarliga leið.

Hann vil ikki hava kjarnorkuvápn innan finsku landamørkini og er ímóti at hava Nato-deildir í landinum.

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

Alexandet Stubb og Pekka Haavisto eru valevnini í øðrum umfari av forsetavalinum í Finnlandi í dag. - Foto: Tom Little/Reuters