Nato vísir fram á Skálafjørðinum

Runavíkar kommuna hevur í fleiri ár skipað fyri stórfingnari mentanarviku. Onki undantak verður í ár. Mentanarvikan verður hildin í døgunum 19. til 26. apríl

Runavíkar kommuna skrivar, at í ár byrjar vikan við ein braki av einum tiltaki sunnudagin 19. apríl, tá Nato fer at vísa partar av flotanum fram. Fyriskipararnir siga, at vitjandi kunnu gleða seg til: 

 

- At síggja flotan, sum verjir okkum

 

- At hoyra Ditlev Hackel, obert, halda røðu

 

- Skjótivenjingar

 

- At vitja umborð og hoyra friðarsangir

 

- Stórsligið fýrverk klokkan 22.00