Navalnyj verður jarðaður 1. mars

Fleiri av viðhaldsfólkunum hjá Aleksej Navalnyj eru sannførd um, at andstøðingurin varð dripin í fangaleguni.

Reuters veit í dag at siga, at Aleksej Navalnyj verður jarðaður í Moskva 1. mars.

 

Kelda til tíðindini um jarðarferðina eru stuðulsfólkini hjá russiska andstøðinginum.

 

Aleksej Navalnyj sat í russiskari fangalegu, tá hann doyði hin 16. februar.

 

Sambært russiskun myndugleikum doyði hann av náttúrligum ávum.

 

Fleiri av hansara viðhaldsfólkum eru sannførd um, at andstøðingurin varð dripin.