Samkoman á Toftum bjóðar bygdarfólkinum at vera við seinnapartin í morgin, tá ið nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu, og tá ið tað eisini verður jólasangløta Í morgin, leygardagin 13. desember, verður nýggi bygningurin hjá samkomuni Nebo á Toftum tikin í nýtslu.
Innbjóðingar eru sendar øllum húskjunum í Nes kommunu. Húsið verður opið frá kl. 14. Klokkan 15 verður samkoma, har umboð fyri samkomuna, bygdarráðið og fíggingarstovnin fara at siga nøkur orð, og har tað eisini verður felagssangur og onkrar sangframførslur.
Eftir at møguleiki aftur hevur verið at síggja húsið, verður jólasangløta kl. 17.
Trý tey seinastu árini hevur samkoman skipað fyri jólasangløtu á Svangaskarði. Nú karmarnir eru vornir so nógvar ferðir betri, verður hetta tiltakið í nýggja bygninginum.
Dramabólkurin Tool fer at framføra ein leik, og í tí sambandinum fara tvey barnakór, kvinnukór og Jóhan Magnus Olsen at syngja.
Roknað verður við, at tiltakið verður liðugt klokkan 18.