At Søren Pape Poulsen, formaðurin í Konservativa flokkinum í Danmark er samkyndur, er als ikki eitt mál í danska valstríðnum. Men tað er ein so stórur trupulleiki fyri uttanríkisráðharra Føroyar, at hann hevði ikki peikað á hann sum forsætisráðið, tí hann góðtekur ikki, at hann er samkyndur Philip Davali/Davali Philip/Ritzau Scanpix

Nei til samkyndan forsætisráðharra í Danmark

Uttanríkisráðharri Føroya hevði ikki peikað á Søren Pape Poulsen til forsætisráðharra, av tí orsøk, at hann er samkyndur, og at tað ikki sampakkar við tað, sum Føroyar standa fyri

At Søren Pape Poulsen, formaðurin í Konservativa flokkinum í Danmark er samkyndur, er als ikki eitt mál í danska valstríðnum. Men tað er ein so stórur trupulleiki fyri uttanríkisráðharra Føroyar, at hann hevði ikki peikað á hann sum forsætisráðið, tí hann góðtekur ikki, at hann er samkyndur Philip Davali/Davali Philip/Ritzau Scanpix

##med2##

– Tað hevði ikki komið upp á tal, at eg hevði peikað á Søren Pape Poulsen til forsætisráðharra í Danmark.

Tað segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og føroysku uttanríkisráðharri, tá hann var í andglettinum í Kringvarpinum í morgun í sambandi við fólkatingsvalið.

Tá ein lurtari setti spurningin, um Miðflokkurin, sum sigur seg stuðla eini bláari stjórn í Danmark, hevði stuðlað Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra, svaraði Jenis av Rana, at tað hevði ikki komið upp á tal.

Spurdur um, hví so er, svaraði hann:

– Tí tað at liva sum sokallaður homosexuellur, tað er stríð ímóti tí grundlóg, sum eg persónliga havi, og sum Miðflokkurin hevur, og sum eg eisini haldi, at Føroyar hava, segði Jenis av Rana, sum vónar, at tað ikki verður aktuelt, at hann skal velja í millum at peika á eina reyða stjórn og á Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra.

Jenis av Rana er fyrsti føroyski politikarin, sum alment hevur sagt, at hann ikki stuðlar konservativa formanninum í Danmark, Søren Pape Poulsen, at gerast forsætisráðharri, tí at hann er samkyndur.

Fólkaflokkurin, sum er systirflokkur hjá Konservativa flokkinum í Danmark, hevur eitt nú koyrt Anniku Olsen úr Løgtinginum, tí hon atkvøddi fyri rættindum til samkyndar mammur, og hevur av somu orsøk forðað henni at koma upp á listan hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið. Kortini hevur Fólkaflokkurin ikki alment boðað frá, at hann ikki stuðlar Søren Pape Poulsen, av tí orsøk, at hann er samkyndur. Men hesum hevur Miðflokkurin nú alment boðað frá.